- Eg kann ikki annað enn vera glaður fyri, at eg eri so høgt í metum hjá Anfinni Kallsberg, at hann vil hava meg til nýggjan formann í Fólkaflokkinum.
Jørgen Niclasen sigur, at ferð tað einaferð at standa honum í boði at verða formaður í Fólkaflokkinum, hevði tað verið ein avbjóðing, sum hann hevði verið til reiðar at tikið á seg.
- Tað kemur einaferð hartil, at vit skulu hava nýggjan formann og tað vera altíð nógvar gitingar. Men hetta er ikki ein spurningur, sum er viðgjørdur í flokkinum.
Og Jørgen Niclasen sigur, at hetta er heldur ikki ein avgerð, sum hann á nakran hátt ætlar sær at provokera flokkin til at framskunda, tí eftir hansara tykki, hevur flokkurin ein serstakliga væl skikkaðan formann.
- Men skuldi tað komið hartil, at mær stóð í boði at verða formaður, hevði eg tikið av.
Brýndur og brynjaður
- Tá ið eg kom upp í politikk, var eg fullur av ambitiónum og helt, at eg kláraði alt. Men eg kom skjótt í landsstýrið og tá fekk eg aðra bók at lesa í. Tað fyrsta hálva árið var so strævið, at eg næstan angraði, at eg var farin í holt við hetta so óroyndur sum eg var í politikki, tí ágangurin var so stórur, at eg varð næstan koyrdur í senk.
Men síðani heldur hann, at hann er bæði brýndur og brynjaður.
- Nú haldi eg, at eg havi nakrar eginleikar, eg haldi høvdu gagnað mær í einum starvi sum formaður fyri einum flokki.
- Í fyrsta lagi haldi eg, at eg havi royndirnar eftir skjótt 16 ár í politikki. Og so haldi eg eisini, at eg havi rætta aldurin.
- Sum formaður fyri Fólkaflokkinum á tingi, havi eg eisini havt ein savnandi og samansjóðandi leiklut og skal eg siga tað sjálvur, haldi eg ikki, at tað hevur gingið so galið, hóast onkur kinkur hevur verið í.
Her sipar hann helst til, at í nøkrum førum er komið alment fram, at tann eini tingmaðurin, Poul Michelsen, ikki hevur drigið somu línu, sum flokkurin annars.
- Tá ið vit hava verið í politiskum trupulleikum, havi eg altíð roynt at leita eftir loysnum, heldur enn at bara at halda fast.
Jørgen Niclasen heldur, at hetta eru alt viðurskifti, sum hann heldur, høvdu komið honum til góðar, skuldi eg fingið møguleikan at staði á odda fyri flokkinum, tí eg haldi, at hjá einum floksformanni er høvuðsuppgávan at samansjóða og savna flokkin, heldur enn at geva boð.
- Eg havi følt, at eg havi evni til at samansjóða flokkin og at finna semjur og tað haldi eg vera ómetaliga týdningarmikið.
Og so leggur hann afturat, at eru tað tveir politikarar, sum eru samdir, eru tað hann og Anfinn Kallsberg, bæði í vinnumálum, sjálvstýrismálum, búskaparmálum og sosialmálum.