Christian Eriksen hevur biðið um meiri umhugsunartíð

Framtíðin hjá Christian Eriksen í Wolfsburg er framvegis ógreið. Danski landsliðsspælarin møtir ikki til fyrstu venjingina eftir summarsteðgin, tí hann hevur biðið felagið um meiri umhugsunartíð.

Christian Eriksen hevur biðið Wolfsburg um meiri tíð, áðrenn hann tekur støðu til framtíðina. Savnsmynd: Teresa Kroeger/Reuters

Tað váttar fótbóltsstjórin í Wolfsburg, Dieter Hecking, fyri Wolfsburger Allgemeine Zeitung.

 

– Christian bað um eitt sindur meiri tíð. Hann møtir tí ikki mánadagin. Sum felag hava vit sjálvandi gingið ynskinum á møti, sigur Hecking sambært Bold.

 

Sambært Bold hevur Eriksen nýliga verið til kanningar hjá einum serlækna og bíðar nú eftir úrslitinum.

 

Eriksen fekk í juni eitt stoyt frá pacemakarinum undir venjingardystinum hjá Danmark móti Ukraina. Hann datt um á vøllinum í seinna hálvleiki, men kundi sjálvur ganga av vøllinum og inn í sjúkrabilin, sum flutti hann á Odense Universitetshospital.

 

Dagin eftir varð hann útskrivaður og skrivaði á Instagram, at hendingin hevði ávirkað bæði hann og familjuna nógv.

 

Sambært Eriksen var talan tó um eina heilt aðra støðu enn í 2021, tá hann fekk hjartasteðg undir EM-dystinum móti Finnlandi og mátti endurlívast á vøllinum. Eftir ta hendingina fekk hann settan pacemaker inn, og tað var hann, sum reageraði undir dystinum móti Ukraina.

 

Christian Eriksen hevur sáttmála við Wolfsburg til summarið 2027.

 

/Ritzau/

 

Christian Eriksen hevur biðið Wolfsburg um meiri tíð, áðrenn hann tekur støðu til framtíðina. Savnsmynd: Teresa Kroeger/Reuters