Herfyri samtykti løgtingið at taka undir við at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20% og heitt varð á landsstýrið um at fáa hetta við í avtalu, sum skal gerast í Keypmannahavn.
Nú ger tingmaðurin Bjarni Djurholm í fyrispurningi til landsstýriskvinnuna, sum luttekur á veðurlagsstevnuni vart við, at um landsstýriskvinnan einvegis fær henda niðurskurð staðfestan á COP15, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri møguligari oljuvinnu í føroyskum sjóøki.
Tingmaðurin, sum í fleiri ár var oljumálaráðharri og tí eigur vita, hvat hann tosar um, sigur, at samanborið við útlátini frá oljuleiðum á okkara leiðum kann roknast við, at møgulig olju/gass-framleiðsla frá eini oljuleið í okkara sjóøki fer at hava árligt útlát uppá uml. 200.000 tons CO2, sum er meira enn samtykti niðurskurðurin hjá Føroyum fram til 2020.
Verður løgtingssamtyktin einvegis staðfest í Keypmannahavn fríggjadagin, uttan ískoyti um undantak, kann løgtingssamtyktin tí gerast álvarssom forðan fyri olju/gassframleiðslu á føroyskum øki sigur Bjarni Djurholm.
Hóast Innlendismálaráðið og flokkarnir á tingi í viðmerkingunum staðfestu, at møguleikarnir at menna eina framtíðar oljuvinnu ikki skuldu verða skerdir, so vóru hesi viðurskifti als ikki umrødd í sjálvum uppskotinum til samtyktar ella í álitinum frá rættarnevndini.
Tingmaðurin spyr tí , um landsstýriskvinnan fer at fylgja einvegis løgtingsamtyktini viðv. uppskotinum til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum? Hann vil eisini hava at vita, hvussu avtaluteksturin, sum landsstýriskvinnan hevur við sær á COP15, ljóðar og hvørji fyrivarni eru til avtalutekstin, tá um olju/gass-framleiðslu á føroyskum øki ræður?
Loksins verður spurt: Finna vit olju/gass, hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja, at vit kunnu minka 20% ásetingina av útlátinum (sum svarar til árliga útlátið á einari oljuleið í okkara nærumhvørvi), so møguleikarnir at menna framtíðar oljuvinnu ikki verða skerdir?
Hetta eru ítøkiligir spurningar, sum landsstýriskvinnan vónandi hevur ítøkilig svar uppá. Flestu okkara eru samd um, at vit skulu vera partur av royndunum at skerja útlátið. Hinvegin má slík samtykt ganga hond í hond við tær ætlanir vit hava við eini oljuvinnu. Tað ber ikki til at gera avtalur við altjóða oljuvinnu um milliardaíløgur fyri at finna kolvetni í føroysku undirgrundini, samtundis sum vit vilja vera við í avtalu, sum forðar fyri at taka oljuna og gassið upp úr somu undirgrund.
Fiskivinnan er svikalig. Vit síggja, at hon einsamøll megnar ikki at halda vælferðarsamfelagnum koyrandi. Tí mugu vit troyta annað tilfeingi, um tað finst her. Og her eru kolvetni eitt tílíkt tilfeingi. Sjálvandi skulu vit gera alt vit eru ment, um vit finna kolvetni, at hesi dálka sum minst. Og gerast tey ein stór inntøkukelda, eigur partur av vinninginum at fara til at menna varandi orkukeldur, sum dálka minni.
Vónandi hevur landsstýriskvinnan hetta við í skáttuni í Keypmannahavn og gevur gætur, at júst nú hevur annar landsstýrismaður sett stjóra fyri Jarðfeingi, sum stílar fyri oljuleitingini.










