Skjótt at brúka nógvar pengar til onga nyttu

? Menningarhjálp má latast til tann tørv, sum er í einum landi, tí tað er skjótt at brúka nógvar pengar til onga nyttu, um vit ikki bera okkum rætt at, sigur Johannes Johannessen, sum í 10 ár var trúðboðari í Afrika. Føroyingar skulu næsta ár sum nakað nýtt brúka milliónir til menningarhjálp

Pengar kunnu bæði brúkast og misbrúkast, tá ið tað ræður um menningarhjálp í frammandum londum.
Føroyingar hava í nógv ár skavað nakrar fáar hundrað túsund krónur saman á fíggjarlógini til menningarhjálp og neyðhjálp, men næsta ár skulu tríggjar milliónir krónur brúkast til hetta endamál.
Hetta fer at gera Føroyar nakað meira virknar enn higartil, tá ið tað ræður um menningarhjálp. Men tað er skjótt at koma galið í býin við hesari hjálp.
? Eg havi upplivað, hvussu pengar til menningarhjálp kunnu brúkast uttan at gera nakra sum helst nyttu, sigur Johannes Johannessen, sum í 10 ár var trúðboðari í Afrika. Í áttatiárunum var hann í Liberia og í nítiárunum í Botswana.
? Føroyingar mugu tryggja sær, at pengarnir verða brúktir rætt, og at teir veruliga hjálpa fólki úti í heimi, sigur hann.

Mugu kenna tørvin
Løgmaður hevði í síðstu viku vitjan av fólki frá Danida, sum greiddu føroyskum politikarum og vinnulívi frá, hvussu tað ber til at arbeiða við menningarhjálp.
Johannes Johannessen heldur, at føroyingar skulu vera varnir við at lata sínar pengar til slíkar felagsskapir, tí hann heldur, at teir brúka ikki altíð pengarnar rætt.
? Vit mugu staðfesta, hvat fólk í øki, sum vit vilja hjálpa, verulig hevur brúk fyri, og vit kunnu ikki bara koma inn við okkara vestligu standardum og siga teimum, hvat tey skulu hava, sigur Johannes Johannessen.
? Tørvurin má staðfestast á staðnum, og hann má staðfestast av fólki, sum kennir umstøðurnar væl, kennir mentanina og kennir fólkið og teirra livihátt. Tað kemur einki gott burtur úr, at ein vesturlendskur felagsskapur roynir at trýsta nakað niður yvir fólk, sigur hann.

Kakao heldur enn rís
Tá ið Johannes Johannessen arbeiddi í eini bygd í Liberia, har hann og konan høvdu eitt barnaheim í trý ár, upplivdi hann, hvussu pengar til menningarhjálp kunnu brúkast á skeivan hátt.
Tað komu seks mans frá einum vesturlendskum felagsskapi til økið at gera eitt rísanlegg.
? Teir tosaðu danskt, og vit komu skjótt í prát við teir og fingu annars nógv við teir at gera. Eg spurdi teir beinanvegin, um teir hildu, at tað var neyðugt við einum rísanleggi har. Eg helt ikki, at tað var so nógv rís í økinum, men teir søgdu, at tað var nógv rís nakað norðanfyri. Eg helt, at eg skuldi ikki blanda meg ov nógv upp í, hvat teir ætlaðu at gera.
? Rísanleggið var sera modernað og var teldustýrt, men tá tað stóð liðugt, funnu teir skjótt út av, at tað var ikki rætt við einum rísanleggi, teir skulu heldur havt gjørt eitt kakaoanlegg. Og so skuldi alt broytast aftur, sigur Johannes Johannessen.
Hann sigur, at menninir fingu sera góða løn, teir ferðaðust javnan frítt heim í føðingardagar og annað, og teir tosaðu eisini nógv í telefon, hóast tað var sera kostnaðarmikið.

Oysl
Johannes Johannessen greiðir eisini frá øðrum viðurskiftum, sum høvdu við sær, at nógvir pengar vóru brúktir, uttan at tað gagnaði fólkinum á staðnum.
? Eg legði merki til, at menninir vóru burtur hvørt vikuskiftið, og eg undraðist eitt sindur á, hvar teir vóru. Eg ætlaði nevniliga at bjóða teimum heim til okkum okkurt vikuskiftið, tí eg stúrdi fyri, at teir keddu seg.
? Tá eg spurdi teir, hvar teir vóru um vikuskiftini, fekk eg at vita, at teir vóru á hotelli í høvuðsstaðnum og tóku sær av løttum. Seinni fekk eg uppspurt, hvat eitt slíkt vikuskiftið kostaði, og tað svaraði til tað, sum tað kostaði at reka okkara barnaheim fyri í tríggjar mánaðir, sigur Johannes Johannessen.
? Um føroysk menningarhjálp skal brúkast so tilvildarliga og skeivt, sum vit sóu í Liberia, so er tað bara spill av pengum, heldur hann.

Brúka føroyingar
Johannes Johannessen heldur, at ein loysn fyri føroyska menningarhjálp hevði verið, um føroyingar gjørdu nyttu av øðrum føroyingum, sum virka úti í heimi ? til dømis trúðboðarum.
? Hesir kenna umstøðurnar í sínum øki sera væl, teir hava verið á sama staði í nógv ár, og lokala fólkið hevur álit á teimum. Tað hevði verið upplagt, at hesi fólk vóru brúkt, tá føroyingar skulu lata menningarhjálp, heldur fyrrverandi trúðboðarin í Afrika.
? Trúðboðararnir vita, hvat fólkið manglar, og teir kundi verið ein trygd fyri, at vit ikki koma at brúka pengar til onga nyttu. Tað tænir ongum endamáli, at vit royna at noyða nakað niður yvir fólk, sigur Johannes Johannessen.

Tveittu grót í brunnin
Hann greiðir frá eini aðrari søgu um menningarhjálp, sum vísir hvussu trupult tað kann vera at skilja mentanina í einum fremmandum landi.
? Í ein bygd fann ein hjálparfelagsskapur út av, at kvinnurnar gingu so langt eftir vatni hvønn dag. Tað vóru nógvir kilometrar at ganga aftur og fram, og tað vildi felagsskapurin gera nakað við. Tí varð ein brunnur gjørdur mitt í bygdini, og nú høvdu øll stuttan tein eftir vatni.
? Tá ið umboð fyri felagsskapin nakað aftaná komu aftur til bygdina, funnu tey út av, at brunnurin var fyltur við gróti og var ikki brúktur longur. Orsøkin var, at tað hevði verið so nógvur ófriður og kegl í bygdini, síðani brunnurin var komin har. Kvinnurnar høvdu einki at gera, og tað endaði við, at øll klandraðust í bygdini, greiðir Johannes Johannessen frá.
Hann heldur, at hetta vísir, hvussu trupult tað kann vera at skilja eina fremmandan mentan, og at tað er góður møguleiki fyri at veita skeiva hjálp, um tann lokali tørvurin ikki verður staðfestur á rættan hátt.