Brøndby er sera væl fyri

Oddaliðið klæddi steypafinalistarnar úr OB av at skinninum sunnudagin, og AaB vann á heimavølli fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir

Eftir at tað hevur skinklað í tveir mánaðir, hava teir í Brøndby funnið stílin aftur. Nýggi venjarin hevur verið við til at geva íblástur og sjálvsálit, og áskoðararnir rokna við, at Brøndby fer at vinna meistaraskapin. Tað var sjón fyri søgn, tá Brøndby sunnudagin hevði vitjan av OB. Brø'nby vann 4?1, og teir vóru so nógv tað betra liðið.
FCK skal hósdagin spæla steypafinalu ímóti OB. Tí var tað sjálvsagt, at FCK hevði síni fólk millum teir 14.368 áskoðararnar. Og FCK eygleiðararnir áttu at fáa uppskriftina uppá, hvussu bilbukt skal fáast við OB. Brøndby spældi skjótt og ágangandi, og teir spældu seg ferð eftir ferð til upplagdar málmøguleikar. Teir skoraðu fýra mál, áðrenn OB slapp at pynta um. Peter Madsen, sum verður roknaður sum upplagt evni til HM hópin hjá Morten Olsen, skoraði tvey mál, og Thomas Lindrup, sum leingi hevur verið í aldudali, vísti síni góðu evni og skoraði tvey mál.

Skandala í Vejle
Christian Høgni Jacobsen var á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Vejle hevði vitjan av Lyngby. Botnliðið hevur lagt rygg til eitt eyðmýkjandi tap fyri og annað eftir. Hesa ferð var tað Vejle, sum átti tørn at vinna stórt, men Vejle fekk ikki sigurin, sum teir hava roknað sum sjálvsagdan. Lyngby megnaði 2?2, og stóri kiksarin kann um tvær vikur vísa seg at verða avgerandi í royndini hjá Vejle at varðveita plássið í bestu deildini.
AaB hevði ikki vunnið á heimavølli í tveir mánaðar, tá teir sunnudagin fingu vitjan av grannunum úr Viborg. Tað sást aftur á áskoðarafjøldini. Bara 5.118 áskoðarar møttu upp, og tað var ikki nógv, tá hugsað verður um, hvussu spent tey í Ålborg eru í fótbólti.
Men hesa ferð eydnaðist hjá AaB, sum framvegis hevur møguleika at vinna bronsukrónurnar. Teir vunnu 2?1.
Mestu kappingina um bronsuna fáa teir í AaB frá FCM. Hesa ferð høvdu teir í Ikast vitjan av AB. Akademikararnir hava seinastu vikurnar verið í nánd av bronsukrónunum, men nú eru teir dotnir burtur ímillum í tí kappingini. Fyrst taptu teir trý stig á skriviborðinum, tí teir høvdu ov nógvar útlendingar á vøllinum í Århus, og so taptu teir hesa ferð 2?0.
Síðsti dysturin í triði síðsta umfarinum varð spældur í gjárkvøldið. Hann var millum Esbjerg og Silkeborg. Úrslitið í tí dystinum hevði týdning fyri møguleikarnar hjá Vejle og Christian Høgna Jacobsen eisini komandi ár at spæla í bestu deildini. At Vejle ikki megnaði at vinna ímóti Lyngby var einki minni enn ein skandala. Tað eru teir í Vejle samdir við restini av danska fótbóltsheiminum í.
Komandi vikuskifti verður spælt soleiðis: Esbjerg?FCMidtjylland, FCK?Brøndby, Lyngby?AGF, OB?AaB, Silkeborg?Vejle og Viborg?AB.