- Vit bukaðu beistið, segði nýsælendingurin Edmond Hillary, tá ið hann 29.maj 1953 klintraði upp á Mount Everest saman við Tenzing Norgay. Longu í 1921 var fyrsta royndin at røkka tindinum, men tað skuldu ganga heili 32 ár, áðrenn Hillary og Norgay ´bukaðu beistið´.
Mount Everest rúmar nógvum søgum um sigrar, vanlukkur og ævintýr. Yvir 5000 fólk hava verið á fjallatindinum, og 219 eru deyð á ferðini. Í dag er talið komið uppá í øllum førum 231, tá ið tað hoyrdist, at 12 fjallaklintrarar eru deyðir, eftir eitt skalvalop kom á teir. Hendan vanlukkan hevur hevur ávirkað huglagið á Base Camp, har føroyingurin Arne Vatnhamar er staddur. Hann er nevniliga á veg mótvegis tindinum á heimsins hægsta fjalli.
»Vit fingu eina áminning um vandan«
Hóast nógv fleiri fólk eru deyð á eitt nú Mont Blanc, er vandin nakað, ið allir fjallaklintrarar hava í huga. Arne Vatnhamar skrivaði soleiðis á facebook-síðuni hjá »Vatnhamar Adventures« fyrr í dag.
- fyri stuttari tíð síðani hoyrdu vit um ræðuligu vanlukkuna á suðursíðuni, har fleiri eru deyð av einum skalvalopi. Hetta køvdi sjálvandi huglagið við morgunmatarborðið, tí vit fingu eina áminning um vandan, sum fylgir við,« skrivar Arne Vatnhamar.
Arne Vatnhamar er í løtuni staddur á Base Camp, og har hevur hann verið í fimm dagar. Í morgin fara teir víðari til Interim Advanced Camp, sum liggur í 6000 metra hædd. Eftir nakrar dagar í Interim Advanced Camp fara teir víðari til Advanced Base Camp, sum er í 6400 metra hædd.
Í Advanced Base Camp skulu Arne Vatnhamar og hinir klintrararnir venja seg við hæddirnar og venja. Teir fara millum annað at klintra til »North Cole«, sum liggur í 7100 metra hædd. Hetta verður eisini nevnt »akklimatisering«. Síðani gongur leiðin oman aftur til Base Camp.
Einki samband í 10 dagar
Sokallaða »akklimatiseringin«, har kroppurin venur seg við hæddirnar gongur eftir ætlan, skrivar Arne Vatnhamar. Hann gleðir seg at byrja í morgin. Tá ið Arne Vatnhamar kemur upp í hæddirnar, ber eftir øllum at døma ikki til at hava samband við alnótina. Tískil ganga tíggju dagar, áðrenn hann aftur er á Base Camp og kann siga frá gongdini. Hann gleðir seg tó at boða frá fyrsta stevinum mótvegis tindinum á heimsins hægsta fjalli.
in.fo fylgir við ferðini hjá Arna Vatnhamar.
Til stuttleikar kann nevnast, at Kenton Kool var hin fyrsti at senda eitt »tweet« frá Mount Everest-tindinum. Hetta hendi í 2011, tá ið hann skrivaði.
- Við einum veikum 3g-sambandi kann eg senda heimsins fyrsta tweet frá tindinum á heimsins hægsta fjalli.
Hvør veit, um Arne Vatnhamar finnur eitt veikt 3g-samband á leiðini, um hann megnar at »buka beistið«, eins og Hillary og Norgay gjørdu 29.maj í 1953.