Føroyska fiskivinnan á einum vegamóti!

Hóttir fiskastovnar

 

Fiskimálaráðharin hevur nú lagt fram uppskot um at skerja fiskidagatalið við

50 % fyri flestu skipabólkar.

 

Uppskotið tekur støði í einum tilmæli frá Fiskirnnsóknarstovuni, sum enn einaferð staðiliga ræður tí politiska myndugleikanum til at skerja veiðutrýstið munandi, um fiskastovnarnir skulu hava ein møguleika fyri at hóra undan, og vit aftur skulu fáa eina bara nøkulunda burðardygga fiskivinnu á føroyska landgrunnunum.

 

Tilmælið frá Fiskirannsóknarstovunu byggir á neyvar vísindaligar kanningar av ymsu fiskastovnunum, har áhaldandi royndir ferð eftir ferð prógva, at tað stendur sera illa til, og at so at siga øll fiskasløg eru fyri stórari afturgongd, umframt at gýtingar-stovnurin av t.d. toski er so illa fyri, sum ongantíðm áður.

 

Fiskirannsóknarstovan stendur ikki einsamøll. Hon fær eisini undirtøku frá so týðandi viðspælarum, sum fíggjarheiminum, og enntá av einum parti av vinnuni sjálvari, sum nú hava fingið eyguni upp fyri tí ovurstóra vandamáli, sum tann núverandi stórt sæð bara negativu tilgongd kann fáa fyri okkara høvuðsvinnu..

 

 

Økt veiðutrýst

 

Tað verður staðfest, at fiskastovnarnir ikki tola ovurstóra veiðutrýstið, sum so líðandi er upparbeitt og áhaldandi hert líka síðan henda skammrósta og heimsins mest fantastiska fiskidagaskipan kom í gildi miðskeiðis í 1990 árunum

 

Týðuligt er, at politiska skipnanin undanfarnu árini totalt hevur mist tamarhaldið á støðuni og bara latið staðið til. Ár eftir ár eru bæði størri, og munanndi meira effektiv skip eru komin uppí flotan, umframt at verandi floti støðugt er útbygdur við enn betri og modernaðum veiðiamboðum, uttan at fiskidagatalið nakrantíð er skert tilsvarandi økta veiðutrýstinum.

 

Skerjingarnar higartil uppá 1 – 3 % árliga, - meðan veiðutrýstið ivaleyst so hvørt er vaksið fleirfalt skerjingarnar, - hava í veruleikanum bara verið eitt eiti og eitt spæl fyri gallarínum hjá politiskum opportunistum, sum hava hugsað, at slíkur ryggleysur “laizzes faire “ politikkur ivaleyst gevur tær flestu atkvøðurnar til eitt komandi val. .

 

Tað sýnist sum burðardygg vinna og skynsamt veiðitrýst er vorðið eitt fremmant og niðurgjørt stevnumið, sum ongan góðan hevur havt millum tey fólk, sum her hava rátt fyri borgum. .

 

Sigast má, at orðini í lógini um vinnuligan fiskiskap um at “varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelags-búskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið” so ruddiliga er gjørt til skammar.

 

 

Vanvirðing fyri vísindini

 

Tað er í grundini ófatuligt, at ein tann frægasti upparbeiddi vísandiligi førleikin her á landi, nevniliga Fiskirannsóknarfstovan við sínum tilmælumn grundað á djúptøknar og professionellar kanningar, umframt altjóða hámettum dygdarmetingum, nærum verður tileinkisgjørt av teimum hvørs lív og lagna er óloysiliga tengt at sunnun og burðardyggum fiskastovnum á føroyska landgrunninum.

 

Støðan gerst so avgjørt ikki betri, tá alt hetta ovurstóra vísindaliga rannsóknar-arbeiðið fullkomuliga verður sligið uppí glens av okkara politisku “amatør ekspertisu” á økinum.

 

Hesi vælgrundaðu fakligu tilmæli gjørd av okkara bestu vísindafólki royna nú ábyrgdarleysir føroyskir politikarar í síni betrivitan at sláa í stumpar og stykkir.

 

Aðalmálið sær út til at vera at fyrilitarleysa týningin av fiskastovnunum bara skal halda fram líka til alt okkara fiskatilfeingi er lagt í oyði.

 

 

Hugburðsbroyting tiltrongd

 

Her má og skal annar hugburður til og nógvu stuðlarnir av óbroyttum veiðutrýstið uttan mun til lívfrøðiligu tilráðingarnar, innan bæði vinnu og politisku skipanina, mugu fáast at skilja, at hetta verður teirra egni deyði og undirgangur.

 

Føroyingar hava ígjøgnum 1000 ár dugað at røkt bjørg og haga. Virðing hevur verið fyri nattúru og tilfeingi. Ongantíð er tikið meira úr skipanini enn áseyðatalið kann bera. Altíð hevur verið sett eitt hóskandi tal við, so skipanin kann vera í neyvari javnvág við náttúru og umhvørvi. Sama hevur verið galdandi fyri fuglin, sum teir gomlu ongantíð troyttu so nógv, at stovnurin kom í vanda. Ístaðin vandaðu teir sær um tøkuna og altíð var farið væl um, so búfuglurin kundi nørast og geva eitt íkast til komandi ár - og sjálvandi eisini komandi ættarlið.

 

Hesin sunni og nátúruvinarligi hugburður er onkusvegna farin fyri bakka, tá tað snýr seg um okkara høvuðsvinnu fiskivinnuna. Her hevur tað ístaðin í ólukkumát snúð seg um løtuvinning og stuttskygda ránsveiðu. Høvuðsaktørarnir innan hesa vinnugrein hava onkusvegna misskilt nattúrulógirnar og halda eftir øllum at døma, at áhaldandi stórt veiðutrýst á niðurpíndu fiskastovnarnar als ikki fer at hava nakrar avleiðingar fyri komandi veiðuár og eftirtíðina.

 

Tað ræður mest um at bjarga døgunum heldur enn fiskastovnunum, soleiðis er argumentatiónin skrúvað saman, so ótrúligt hetta ljóðar!

 

Argument saknast

 

Argumentini hjá mótstøðumonnunum hjá Fiskirrannsóknarstovuni um, at fiska-stovnarnir kunnu bera verandi veiðutrýst, saknast í ólukkumåt. Páhald um, at fiskifrøðingarnir einaferð ella tvær ferðir hava tikið feil hoyrast íðiliga sum høvuðsmótargument fyri ikki at fylgja tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni ella ICES. Annað argument, sum at “klóku” akademikarnir í Havn ikki skulu koma og fortelja garvaðum fiskimonnum nakað sum helst, verður eisini ofta havt á lofti. Ítøkiligar og vælundirbygdar grundgevingar bygdar á faktiskar upplýsingar og kanningar hoyrast snøgt sagt ongantíð frá hesum viðhaldsfólki av framhaldandi óbroyttum veiðutrýstið.

 

Trupulleikin verður meira umroknaður til fiskidagatal og harvið dagliga fíggjarliga avkastið heldur enn eitt framtíðar vandamál. Minni dagar minni inntøka, tað er eyðsæð her og nú. Tí siga bæði Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclassen, Jákup Mikkelsen, Viberg Sørensen, Auðun Kónraðsson v.fl. at hetta er eitt slag í andlitið á høvuðsvinnuni, - hetta tekur grundarlagið undan vinnuni, - hetta er deyðadómur o.s.fr.

 

Fleiri fiskidagar – enn minni veiða!

 

Men hvat er alternativið? Verða fiskidagarnir ikki skerdir, so verður bara minni og minni fiskur fyri hvønn fiskidagin til alt er steinoyði. Vandamálið fyri reiðarí og fiskimann við óbroyttari veiðuorku er nevniliga nógv størri enn nú at binda um heilan fingur beinanvegin og minka munandi um viðitrýstið. Eitt veiðutrýst sum sambært fiskifrøðingarnar er um at týna flestu stovnarnar og gera Føroya Grunnin til eina lívfrøðiliga oyðimørk. .

 

Niðurlagað vit harafturímóti veiðuttrýstið til eitt støði, so stovnarnir fáa møguleika fyri at fóta sær og menna seg aftur, so fæst reint matematiskt meira burturúr hvørjum fiskidegi, og við einum støðugt vaksandi fiskastovni økist samlaða veiðan áhaldandi til fyrimuns fyri bæði reiðarí og fiskimannin, samstundis sum pláss gevst fyri at økja aftur um samlaða fiskidagatalið um kanska nøkur heilt fá ár.

 

Tað er vælsaktans samlaða nøgdin av fiski sum kemur uppá land sum telur, og ikki samlaða fiskidagatalið!

 

 

Breið politisk semja neyðug

 

Hetta má og eigur at verða gongdin framyvir, so sjálvt um skaldið sigur:” At saman at standa var ei okkum givið”, so mugu vit royna at finna eina breiða politiska semju um at bjarga sjálvari beinagrindini undir øllum okkara búskapi, sum eru fiskastovnrnir kring Føroyar.

 

Vit kunnu ikki forsvara, at eitt so týðandi álvarsmál, sum stovnsrøkt og burðardygg veiða í okkara høvuðsvinnu framhaldandi verður ein politisk kastibløka, har bert stuttskygd persónlig egináhugamál eru einaráðandi.