Í Eystara Landsrætti í morgun royna Thomas Rørdam og Christian Andreasen verja John Petersen, sum í Føroya Rætti í november í fjør varð dømdur fyri neyðtøku av eini 17 ára gamlari gentu tvey ár frammanundan.
Mamma neyðtiknu gentuna sigur, at John Petersen fleiri ferðir eftir hendingina ringdi til gentuna, fyri at fáa hana at lata vera at koma fram við málinum. Hann tosaði í hesum sambandi fleiri ferðir við mammuna, ið skrivaði alt upp, ið hann segði. Millum annað hevur hon skrivað, at John Petersen í einari samrøðu spurdi mammuna, um gentan hevði sagt, at hann hevði noytt hana í song við sær. Til hetta hevði mamman svarað, at gentan ikki hevði havt samlegu við hann við fríðum vilja, og tá svaraði John Petersen, at tað kanska ikki var hent við hennara vilja.
Verjin, Thomas Rørdam, vísti allatíðina á, at gentan væl hevði møguleika at flýggja, tá John Petersen var á ves í einar 5 minuttir. Harafturat varð víst á, at allar hurðarnar í íbúðini hjá John Petersen kunnu latast upp innanífrá, tí tær hava knarva á lásunum.
John Petersen avísti í morgun enn einferð í landsrættinum í morgun, at tað var hann, ið hevði noytt gentuna til samlegu. Hann vísti tvørturímóti á, at gentan sjálv hevði lagt upp til samleguna.
Hann vísti eisini aftur, at hann skal hava stongt hurðina, so gentan ikki slapp út.
Sum prógv í hesum sambandi vóru nógvar myndir av ymsum í húsum John Petersens vístar fram, eitt nú, at knarvi var á hurðini, sum sostætt kundi læsast upp innanífrá.
Eisini segði hann, at gentan sat á seingini og drakk eina øl, meðan hann fór á WC, og tá hevði hon sjálvandi møguleika at fara av stað, segði John Petersen.
John Petersen segði eisini, at gentan var leys uppá tað, og at foreldrini høvdu ilt við at stýra henni. Eisini vísti hann á, at foreldrini sjálvi høvdi biðið hann hýst gentuni.
John Petersen førdi eisini fram, at talan var um vanligan kendskap, og tí var einki óvanligt í at hann beyð henni innar til eina øl. Hann helt eisini, at bróðir gentuna, sum eisini búði í íbúðini, var inni, og ætlaði hann at bjóða teimum báðum til eina øl.
John Petersen hevði drukkið og vildi hava onkran at hugna sær við.
Eftir at John Petersen var avhoyrdur, varð gentan avhoyrd - men fyri afturlatnum huruðum, og heldur ikki John Petersen slapp at vera til staðar.
Seinni vórðu fleiri vitni avhoyrd, og var áhugaverdasta frágreiðingin helst tann hjá mammu gentunnar, ið hevði skrivað telefonsamrøður við John Petersen niður.
Eisini varð ein genta avhoyrd, ið samanvið neyðtiknu gentuni hevði latið Dan Klein eina staðfesting um, at ávísa gentan varð neyðtikin av John Petersen.
Í løtuni heldur rætturin dugurðasteðg, men rættarfundurin verður uppafturtikin klokkan 13:45, og væntandi fellur dómur einaferð millum klokkan 15 og 16.