Tað frættist at framførslan er sera ymisk til dygdar, summir partar sum tað reina sovimedisin og aðrir sum rúsandi eydnubollar. Tað velst sjálvandi eisini alt um áhoyrararin hoyrir til klapparakórið ella til tey vantrúgvandi.
Serliga sigast fólk sita sum kánus púra býtt og gløða, tá ein av teim leikandi fer í sving á telduni, at vísa fólkinum við talrekkjum og stabbum og kurvum í alskyns litum, hvussu ótrúliga simpult alt hongur saman, og hvussu tú bara við at broyta eitt einkult tal her ella eitt annað dér, so fært tú kurvarnar og stabbarnar í stundini at kneisa her ella ella at leggja seg flatar har, og tú fær í sama andadrátti svar uppá allar spurningar, sum hava verið loynidómar fyri tjóðina í mansaldrar.
Hetta búskaparfrøðisliga telduspælið er so óført, at tað gandar allar betonkiligheitir burtur - alt ber til! Við reimum og selum einsvæl og við berari reyv. Sig bara til, hvat tú vilt hava. Langa skiftistíð? Stutta? Vøkstur uppá 2%? Ella 3%? Alt ber til - tað er bara ein spurningur um persónligan smak, hvussu skjótt og lætt tú leggur í at kuta hesar 1,3 milliardina út úr búskapinum. Ella hvussu øgiligar ognir tú leggur í at eiga í útlondum um 5, 10 ella 15 ár. Allur ivi verður sum blástur burtur, og tað er keine hexerei, nur behendigkeit.
Eg havi sjálvur sæð hetta búskaparfrøðisliga telduspælið í aktión á einum kunningarfundi fyri 4 vikum síðani. Eg fekk tá lyfti um at fáa tað sendandi, tí eg helt tað vera áhugavert at kanna tað eitt sindur eftir. Tað er so ikki komið fram enn.
Summastaðni í búskaparfylgibindinum til Hvítubók verður nógv gjørt burtur úr, hvussu ómetaliga kompliseraður samanhangurin er millum ríkisstuðulin og allar teir ymisku tættirnir í okkara búskapi, hvørji árinini hava verið og eru, fyri ikki at tala um hvørjar avleiðingarnar kunnu verða av at skerja ríkisstuðulin burtur so ella so. Ja, tað er so ómetaliga trupult, at tað í flestu førum als ikki ber til at gera útgreiningar við nágreiniligum tølum, av teirri ávirkan sum ein burturminking av ríkisstuðlinum vildi havt á samfelagsbúskapin í sínum staklutum og í síni heild.
Ikki minst tí undrar tað meg sáran at síggja hetta simpla mekaniska modellið - uttan himpr og fyrivarni - brúkt sum eitt høvuðsvápn at vinna sálirnar fyri fullveldinum. Tí ilt er at taka tað í álvara í so ómetaliga týdningarmiklum og lagnutungum máli fyri alt fólkið. At síggja til, so tykist tað vísindaliga prinsippið í hesum sonevnda búskaparmodellinum at minna nógv um "træk-og slip" prinsippið í wc-mekanikkinum. Ella um tað verkfrøðiliga prinsippið í jólanissusprellumonnunum, har tú við at hála í ein tráð fær armar og bein at spjálka. .
Men kanska er hetta síðsta júst tann djúpara meiningin við framførslunum hjá fullveldisferðaliðnum.
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður