hann eftir øllum at døma ikki nóg gott innlit í málið. Innslagið við Eydnu Skaale og soninum Benjamin vísti, hvussu stóran týdning júst tað at baka við barninum kann hava, og er tað ein partur [...] at tey ganga til baking ella aðrar venjingar. Tað er nú einaferð soleiðis, at foreldrini, mamman og pápin, mugu hava ábyrgdina av at baka saman við barninum...« Her fór landsstýrismaðurin yvir [...] partur av ergoterapiini, so hví ikki tað? Tað er ikki rætt av landsstýrismanninum at niðurgera eina viðgerð á ein slíkan hátt. Tí fyri fólk við vanligum førleikum er slíkt eingin trupulleiki
Hetta er kanska ikki so væl umhugsað, tí tað er ikki gott at leggja fleiri slíkar byrðar á vinnuna. Tí hægri partafelagsskattur saman við kapitalvinningsskattinum ger, at samlaði skatturin [...] Í skrivandi stund kenna vit ikki allar smálutirnar í uppskotinum, men vónandi fara hinir flokkarnir at taka ímóti tí við einum konstruktivum vilja heldur enn at jarða tað á tann hátt,
u í stjórnarmálum: » – Blokkurin skal verða burtur um tíggju ár, stóð í eini yvirskrift í Sosialinum. Men hon var sjálvandi skeiv, sum so nógvar yvirskriftir harfrá í seinastuni...« Soleiðis segði [...] vit taka ábyrgdina á okkum. Tað er kjarnan í okkara sambandspolitikki.« Ergo: Tá vit hava yvirtikið øll tey 15 málsøkini, sum eru eftir, so rinda vit sjálvi rokningina. Merkir tað ikki [...] hann skrivaði soleiðis á Facebook 14. august: »Tað var eitt sera gott upplivilsi at hava eina langa samrøðu við ein verðuliga professionellan blaðmann á Politiken og síðani fáa staðfest, at tað
um, at veiðan er burðardygg, so kann alt gera tað sama. Og tað nyttar ikki at gera sum í fiskivinnuni, at grindamenn vita best, tí tað gera teir als ikki. Eingin veit, hvussu stórur stovnurin [...] týdningi, at hann verður kannaður. Bjarni Mikkelsen, sum er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum sigur í blaðnum í dag, at tey hava verið klár í 11 ár við sendarum at seta á eina grind, fyri [...] siga okkum, hvar skápið skal standa. Tað vita vit best sjálvir... Og Bjarni Mikkelsen hevur eitt gott poeng, táhann sigur, at við at gera meira burtur úr at granska grind, so kann tað vera ein góður
ikki sørt margháttligan tíðindafund, har nevndarformaðurin í Finansiel Stabiliteti við peikifingrinum á lofti hótti við at niðurleggja og avvikla bankan, um ein loysn ikki varð funnin [...] løgnan hátt, sum als ikki er hóskandi í eini modernaðari fyritøku. Tilvildarlig fólk uttan krøv um førleikar verða vald at stýra milliarda fyritøku, og tað boðar ikki frá fíggjarligum støðufesti, sum [...] n í kolsiglda bankanum. Tað miseydnaðist. Síðani varð bankin lagdur undir Finansiel Stabilitet, felagið, sum júst er stovnað til hetta endamálið. So tyktist friður aftur valda, til nevnd
fyrilitini so ymisk. Politikarar skulu velja ímillum leiðina hjá fiskimonnum, har talan kanska er um løtuvinning - ella leiðina hjá fiskifrøðingunum, sum førir til eitt tap í fyrstu syftu. Verður trýstið [...] vitni til seinastu dagarnar ber ikki boð um dygdargott politiskt handverk. Vit sóu tveir sambandsmenn, sum tóku undir við andstøðuuppskotinum undir aðru viðgerð. Hetta fall ikki í góða jørð [...] ni. Uppskot teirra um at skerja fiskidagarnar við átta prosentum kundi verði samtykt - og soleiðis kundi samgongan komið í vanda. Tað ljóðaði úr tinginum, at Fólkaflokkurin hevði sett hetta
annars brúkt somu argument um seg sjálvan fyri at blivið formaður í Fólkaflokkinum. Hann vann á formanninum á fólkatingsvalinum í 1984. Og hann smurdi formannin av á fólkatingsvalunum í 1987 [...] royndur í leikum, sum Óli Breckmann er eftir 37 ár í politikki, so veit hann, at ein ósemja um til dømis formannn ella forkvinnu í Fólkaflokkinum kann fáa fólk í Vágum at fylkjast um Jørgen Niclasen [...] til forkvinnu eru helst fleiri, og lítil ivi man vera um, at tað hevði givið Fólkaflokkinum eitt gott valúrslit. Men tupulleikin er altíð tann, at tá kvinnur skulu hava vald, so skulu menn lata
Alt gott um grøna hugsunarháttin hjá Tórshavnar kommunu. Royndin við ókeypis bussleiðini eru góð – ja beinleiðis genial. Hetta er uttan iva besti mátin at venja fólk við at brúka bussin. Men hóast grønan [...] miðbýnum, aðrar til tey sum arbeiða í miðbýnum og uppaftur aðrar til fólk, sum bara hava smáørindi. Hetta ber av onkrari orsøk ikki til í Havn. Her eru tað bara landsstýrisfólk og starvsfólk
eitt stig víðari. Fíggjarætlanin hjá Svimjisambandinum er upp á eina millión til hálvaaðru. Jón Hestoy segði, at um tey fáa hálvaaðru millión afturat, so kunnu føroyskir svimjarar støðugt vinna [...] tað sum hendi um vikuskiftið, tá Pál Joensen eisini vísti, at hann er fjórðbesti svimjarin í heiminum – at tað bara eru tríggir menn, sum eru betri at svimja 1500 metrar frísvimjing enn hann! Tíðin [...] einum landi við 48.000 fólkum. Nummar eitt kemur frá einum landi við 1.400.000.000 fólkum. Á Olympiaduni í 2012 kunnu vit bara droyma um, hvar vit eru við Páli«. Hetta segði Jón Hestoy týðuliga rørdur
mótpartinum á henda hátt. Nú ber til at seta fólk upp ímóti hvør øðrum - og endin kann vera, at manningarfeløgini standa veikari. Í fjør blottaði Føroya Fiskimannafelag seg við óvirðiligari [...] møtir til fundir. Men flokkurin ger einki. Í síðstu viku speirak hann listarfólk og segði, at mentanarlønirnar til listarfólk áttu at verið avtiknar. Eingin í flokkinum mótmælir. Hóast [...] Og rætt hevur hann. Reiðarafelagið er eitt gott dømi um tað, at menn sum eru eina frægast fyri, fella fyri freistingini at bróta samanhaldið, sum eigur at vera – bæði millum reiðarar og millum