ODDAGREIN: Spjadd andstøða verjir løgmann

Óskipaða stríðið á tingi og í politisku skip­anini annars er afturvendandi hesa ársins tíð. Stríðið snýr seg um, hvørt vit skulu trúgva lív­frøð­ini, ella um vinna og pol­i­tik­ar­ar vita bet­ur, hvussu fisk­urin nør­ist á grunn­um okkara.

Skerjingar eru kortini gjørdar sein­astu árini, so vit kunnu siga, at tað gongur rætta vegin. Men eins og vit vit hava víst á fyrr, so eru fyrilitini so ymisk. Politikarar skulu velja ímillum leiðina hjá fisk­i­monn­um, har talan kanska er um løtu­vinn­ing - ella leiðina hjá fisk­i­frøð­ing­un­um, sum førir til eitt tap í fyrstu syftu. Verður trýstið skert so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, ja so fer at svíða fyrstu tíðina, men sam­bært hesi serfrøði, so fer tað at løna seg aftur í ríkiligt mát, tá stovn­ar­nir koma fyri seg aftur, og vit við einum minni flota kunnu fiska meira og betri fisk.

Men politiska telvingin, sum vit hava verið vitni til seinastu dagar­nar ber ikki boð um dygd­ar­gott pol­it­iskt hand­verk. Vit sóu tveir sam­bands­menn, sum tóku undir við and­støðu­upp­skot­i­num undir aðru við­gerð. Hetta fall ikki í góða jørð hjá løg­manni, sum skírdi Edmund Joen­sen og Magna Laksafoss pop­u­list­ar.

Við triðju viðgerð í gjár lupu enn fleiri sam­gong­u­pol­it­ik­ar­ar frá og nærk­að­ust and­støð­uni. Upp­­skot teirra um at skerja fisk­i­dag­ar­nar við átta prosentum kundi verði samtykt - og soleiðis kundi sam­gong­an kom­ið í vanda. Tað ljóð­aði úr ting­i­num, at Fólka­flokk­ur­in hevði sett hetta málið sum eitt kar­di­nal­punkt - um málið ikki varð sam­tykt, so var eingin samgonga, segði onkur fólkafloksmaður í gong­ini í løgtinginum.

Tað var í hesum stríði í 2008, at Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi boð­aði frá, at um flokkur hansara ikki megnaði at standa saman í hes­um máli, so var Tjóðveldi ikki ein stjórn­ar­berandi flokkur. Hetta megn­aði Tjóðveldi ikki - og fáar vik­ur seinni varð hann koyrdur á dyr úr Tinganesi.
Hesaferð megnaði Tjóðveldi held­ur ikki at standa saman sum ein flokk­ur. Heini O. Heinesen atkvøddi ikki sam­an við floksfeløgum sínum, og tað var beinleiðis orsøkin til, at broytta uppskotið hjá Jacob Vest­er­gaard varð samtykt.

Tað er ein marg­hátlig støða: Sam­gong­an hev­ur ikki meir­i­luta í tinginum, men av tí at and­støð­an ikki stendur saman - og av tí at tingmanningin hjá Tjóðveldi ikki dregur eina línu, so kann sam­gong­an halda fram við at sigla millum ó­samd­u skerini í andstøðuni.