Vinnuvirksemið hjá løgmanni ridlaði illa, tá hann tann 9. mai í 2007 útnevndi seg sjálvan sum fíggjarmálaráðharra eftir at Bárður Nielsen slepti øllum politiskum bondum fyri at elta milliardirnar hjá Jákupi á Dul í Íslandi – til Kaj Leo uppdagaði, at fór hann í landsstýrið, so slapp Heðin Mortensen á ting. Meðan Kaj Leo Johannesen situr sum løgmaður, fellir alt vinnuvirksemið hjá honum til jarðar, og landið og bankar og aðrir kreditorar missa nógvar milliónir.
Løgmaður hevur verið sera firtin inn á Sosialin, síðani vit fóru at skriva um hetta. Hann hevur strikað hald av blaðnum, og hann er komin við fleiri niðrani viðmerkingum á Facebook um Sosialin – og enntá av tingsins røðarapalli. Tað gjørdi hann millum annað týsdagin, tá hann svaraði einum fyrispurningini frá Kristinu Háfoss um tjóðarsemju í stjórnarmálum:
» – Blokkurin skal verða burtur um tíggju ár, stóð í eini yvirskrift í Sosialinum. Men hon var sjálvandi skeiv, sum so nógvar yvirskriftir harfrá í seinastuni...«
Soleiðis segði løgmaður. Greinin, hann umrøður, er úr samrøðu, sum Bo Lidegaard, blaðstjóri á Politiken, hevði við løgmann, sum Sosialurin prentaði á føroyskum eftir áheitan frá blaðstjóranum á Politiken. Í hesi grein sigur løgmaður: »Eg vænti, at innan fyri 10 ár – um tað ikki gongur galið – so er einki málsøki eftir at yvirtaka, uttan tey málsøkini, sum ikki fevna um yvirtøkulógina sum uttanríkispolitikkur, trygdarpolitikk og verjupolitikk«.
Og so spyr Bo Lidegaard: – Tá síðstu málsøkini eru yvirtikin, verður ríkisveitingin úr Danmark eisini burtur tá?
Og løgmaður svarar: »Vit rinda fyri málsøkini, vit yvirtaka. Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum. Tað er kjarnan í okkara sambandspolitikki.«
Ergo: Tá vit hava yvirtikið øll tey 15 málsøkini, sum eru eftir, so rinda vit sjálvi rokningina. Merkir tað ikki, at blokkstuðulin er burtur?
Løgmaður var so væl nøgdur við donsku útgávuna av greinini í Politiken, at hann skrivaði soleiðis á Facebook 14. august: »Tað var eitt sera gott upplivilsi at hava eina langa samrøðu við ein verðuliga professionellan blaðmann á Politiken og síðani fáa staðfest, at tað sum kom á skrift í einari Kronikk, verðuliga var tað sum var sagt, har hava vit nógv eftir at læra í Føroyum.« Tað, sum løgmaður kallar »kronikk« er altso ikki ein kronikk men ein samrøða, sum stóð á donskum í Politiken og á føroyskum í Sosialinum...