Í skrivandi stund kenna vit ikki allar smálutirnar í uppskotinum, men vónandi fara hinir flokkarnir at taka ímóti tí við einum konstruktivum vilja heldur enn at jarða tað á tann hátt, sum Jørgen Niclasen gjørdi í útvarpinum í gjárkvøldið.
Beint eftir ólavsøku legði Fólkaflokkurin fram eitt uppskot til samtyktar um eina flat-tax skipan, sum í stuttum skuldi ganga út uppá, at øll rinda til dømis 40 prosent í skatti av tí, sum tey forvinna oman fyri 60.000 krónur árliga. Hetta fekk ikki serliga góða móttøku – og tað als ikki frá Javnaðarflokkinum, sum beinanvegin jarðaði tað uppskotið.
Meðan Fólkaflokkurin mælir til eina einfalda skattalóg, so mælir Javnaðarflokkurin til eina skattaumlegging, har flokkurin sigur, at tey við lág- og miðalinntøkum fáa tað lættari. Har barnafamiljur, støk og stakir uppihaldarar fáa tað lættari – eina meira solidariska fígging av vælferðini, har landskassin samanlagt ikki skal hava færri inntøkur.
Hetta ljóðar sjálvandi sum søtur musikkur. Men tað sum hevur tó hevur størstan týdning er, at hetta málið verður tikið fram í valstríðnum, tí eingin politikari kann bjóða seg fram, sum ikki hevur eitt boð upp á, hvussu vit fíggja vælferðina í framtíðini. Tá so nógvir politikarar bara hugsa um, hvussu vit lækka inntøkurnar hjá landskassanum, so er tíð uppá, at vit fáa eitt boð uppá, hvussu vælferðin skal tryggjast framyvir, og hvussu vit í heila tikið fáa húsarhaldið at ganga upp komandi árini.
Javnaðarflokkurin tosar um eina »fólkatrygd«, har fleiri verða við til at gjalda ymsar vælferðartænastur. Hann mælir eisini til at hækka partafelagsskattin til 20 prosent. Hetta er kanska ikki so væl umhugsað, tí tað er ikki gott at leggja fleiri slíkar byrðar á vinnuna. Tí hægri partafelagsskattur saman við kapitalvinningsskattinum ger, at samlaði skatturin verður ov høgur. Latið heldur vinnuna hava tryggar og støðugar karmar!
Men tað er skattatrýstið, fíggingin av vælferðini og búskapurin í síni heild, sum eigur at verða kjarnin í valstríðnum. Tí er eitt uppskot um skattareform vælkomið – sum eitt kærkomið íkast til kjakið – at tað so kemur frá sjálvum fíggjarmálaráðharranum ger tað ikki verri.