Men tað hevur verið ein ikki sørt margháttlig tilgongd. Í elvta tíma hjá gamla Eik Banka varð ein roynd gjørd at fáa TF Holding at taka um stýrisvølin í kolsiglda bankanum. Tað miseydnaðist. Síðani varð bankin lagdur undir Finansiel Stabilitet, felagið, sum júst er stovnað til hetta endamálið.
So tyktist friður aftur valda, til nevnd og leiðsla í Finansiel Stabilitet beyð fjølmiðlunum á ein ikki sørt margháttligan tíðindafund, har nevndarformaðurin í Finansiel Stabiliteti við peikifingrinum á lofti hótti við at niðurleggja og avvikla bankan, um ein loysn ikki varð funnin fyri jól.
Hetta var vánalig roynd at leggja trýst á føroysku myndugleikarnar, og tað var ikki frítt, at nógvir tankar kring landið leitaðu aftur til nítiárini og sváru bankakreppuna, sum tá var.
Men endin varð kortini tann – sum vit eisini stungu út í kortið á hesum stað fyri júst tveimum mánaðum síðani, at TF Holding keypir bankan – og eigur bankan í fystu syftu saman við Finansiel Stabilitet. Altso, hóttanin hjá nevndarformanninum í Finansiel Stabliltet var tað reina bluff!
Tað sum nú verður spennandi at síggja er, hvussu TF Holding ætlar at skipa bankan. Vit hava fleiri ferðir víst á, at júst TF Holding hevur ein bygnað, sum minnir alt ov nógv um bygnaðin í gamla Eik, har tað er leiðslan sum ræður og har eigararnir eru ein flyktigur massi, sum er ringur at definera. Vit eiga bara í felagnum, tí vit av tilvilid hava teknað trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Umboðsráð og leiðsla verða vald á ein løgnan hátt, sum als ikki er hóskandi í eini modernaðari fyritøku. Tilvildarlig fólk uttan krøv um førleikar verða vald at stýra milliarda fyritøku, og tað boðar ikki frá fíggjarligum støðufesti, sum átti at eyðkent eina slíka fyritøku.
Tí má tað ikki henda, at TF Holding flytir sama bygnað yvir í Eik og heldur ikki setir nevndarlimum krøv um kvalifikatiónir. Tað er tó ein glotti, at nevndarformaðurin í TF Holding í gjár segði, at tað verður umhugsað at broyta bygnaðin kring TF Holding og Tryggingarfelagið Føroyar, so okkurt er, sum bendir á, at felagið er farið undir eina sjálvrannsakan, sum vónandi endar við, at felagið verður demokratiserað og moderniserað – gott hevði tó verið, um felagið kunnaði »partaeigararnar« (tryggingartakararnar) um slík viðurskifti, tí teir hava einki forum at venda sær til.
Vit fegnast tó um, at Eik Banki aftur hevur fingið fótafesti og ynskja nýggju eigarum hartaliga tillukku!