Eitt er, at hann er misnøgdur við Jørgen Niclasen, sum ikki hevur havt hepna hond við sær sum formaður – serliga eftir margháttligu avgerðina at siga seg frá sum landsstýrismann, politiskt ótaktisku avgerðina at taka Fólkaflokkin úr samgonguni, og so alt rokið og oyðslið í Uttanríkisráðnum, sum hann hevði ábyrgdina av.
Sambært Óla Breckmann, so snýr tað seg um at styrkja Fólkaflokkin í Havn – heldur enn at taka valdið frá Jørgeni Niclasen. Men Annika Olsen stendur als ikki fyri sama politikki, sum Óli Breckmann. Tað er bara at blaða í gerðabókunum hjá løgtinginum, so sæst, at Óli Breckmann hevur verið ímóti stórt sæð øllum uppskotum, sum Annika Olsen hevur borið í tingið.
Men trupulleikin hjá Fólkaflokkinum í Havn liggur helst uttan fyri flokkin. Poul Michelsen hevur fingið sær eitt væl mannað lið, sum heilt víst skaðar Fólkaflokkin. Og royndur í leikum, sum Óli Breckmann er eftir 37 ár í politikki, so veit hann, at ein ósemja um til dømis formannn ella forkvinnu í Fólkaflokkinum kann fáa fólk í Vágum at fylkjast um Jørgen Niclasen, meðan fólkafloksfólk í Havn og aðrastaðni fylkjast um Anniku Olsen. Ergo: Fólkaflokkurin verður vinnarin, og so kunnu hestarnir bítast – og býtast um leiðsluna – eftir valið.
Taparin verður – sambært hesi konspiratiónsteori – Poul Michelsen og Framsókn.
Óli Breckmann kundi annars brúkt somu argument um seg sjálvan fyri at blivið formaður í Fólkaflokkinum. Hann vann á formanninum á fólkatingsvalinum í 1984. Og hann smurdi formannin av á fólkatingsvalunum í 1987, í 1988, í 1990, í 1994, í 1998 og í 2001, tá Óli Breckmann fall. Ikki fyrr enn tann sterki og stabili Anfinn Kallsberg vann flokkinum sæti á fólkatingi aftur í 2005, var formaðurin í fremstu røð.
Argumentini fyri at velja Anniku Olsen til forkvinnu eru helst fleiri, og lítil ivi man vera um, at tað hevði givið Fólkaflokkinum eitt gott valúrslit. Men tupulleikin er altíð tann, at tá kvinnur skulu hava vald, so skulu menn lata vald. Menn hava ilt við at lata vald frá sær – og neyvan eru konservativu føroysku fólkafloksmenninir nakað undantak í so máta.