ODDAGREIN: Skamma teg Aksel...!

Ein landsstýrismaður, sum sigur nak­að so óheppið, sum Aksel V. Jo­hann­e­sen gjørdi í Eygsjón í út­varp­­­i­­num fríggjdagin, eigur at trína alment fram og biða um eina um­ber­ing.
Men tað hevur Aksel V. Jo­hann­e­sen ikki gjørt. So tað er annaðhvørt tí, at hann meinti tað, hann segði – ella tí at hann ikki vil taka í egnan barm.

Tað var rørandi at síggja innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldið, tá sjón­varp­ið var heima og vitjaði Eydnu Skaale og spast­iska son henn­ara, sum ikki er sloppin til ergoterapi, tí at eitt stríð millum fakfelagið og Heils­u­mál­a­ráð­ið og Heils­u­trygd er ging­ið hart út yvir sak­leysu børn­ini.

Tað var júst hetta, sum var evnið í Eyg­sjón fríggjadagin, tá Aksel V. Jo­hann­e­sen segði soleiðis: »Viss tað eru børn, sum hava lættari motoriskar trup­ul­leikar, so kann samfelagið ikki rinda 475 krónur um tíman fyri at tey ganga til baking ella aðr­ar venj­i­ng­a­r. Tað er nú einaferð soleiðis, at for­eldr­ini, mamman og pápin, mugu hava á­byrgd­ina av at baka saman við barn­i­num...«

Her fór landsstýrismaðurin yv­ir mark – ella hev­ur hann eft­ir øll­um at døma ikki nóg gott inn­lit í mál­ið. Inn­slag­ið við Eydnu Skaale og son­i­num Benja­min vísti, hvussu stór­an týdn­ing júst tað at baka við barn­i­num kann hava, og er tað ein part­ur av erg­o­ter­api­ini, so hví ikki tað? Tað er ikki rætt av lands­stýr­is­mann­i­num at nið­ur­gera eina viðgerð á ein slík­an hátt.

Tí fyri fólk við vanligum før­leik­um er slíkt eing­in trup­ul­l­eiki, og tí er tað ov bí­ligt at kalla tað fyri tíðar- og penga­spillu. Stóra avbjóðingin hjá hes­um børn­um er at fáa røttu vødd­ar­nar at gera tað, sum hvødið vil, og tí fell­ur tað sum vera man lættari, tá tey sleppa at gera okkurt, sum gevur mein­ing.

Tað er altíð sera óheppið, tá ein veik­ur bólk­ur ligg­ur í klemmu í ein­um stríði, sum í hes­um føri mill­um eitt fak­fel­ag og al­menn­ar mynd­ug­leik­ar. Tað møg­u­ligt, at lands­stýr­is­mað­urin og Al­mann­a­stov­an ynskja broytingar, og at viðgerðin skal skip­ast hjá tí almenna og ikki av priv­at­um erg­o­ter­a­peut­um. Men tað kann so ong­an­tíð vera rætt at taka veiku børn­ini sum gísl­ar, so sum úrsl­it­ið hev­ur ver­ið í hes­um strí­ð­num sein­astu mán­að­ir­nar.

Tað er sjálvandi at fegnast um, at tað um­síð­ir í gjár kom semja millum part­ar­nar, so­leið­is at við­gerð­ir­nar kunnu tak­ast upp­aftur. Men fyri tað hevði tað ver­ið hósk­andi, at lands­stýr­is­mað­ur­in vísti seg eyð­mjúk­a­n og tók aft­ur ó­hepnu orð­ini um bak­ing­ina. Tí tey, sum brúka slík­an mál­burð hava týð­u­liga ikki hóming av, hvat tað merk­ir at hava skerdar før­leik­ar, og tað sømir seg ikki einum lands­stýr­is­manni í heislumálum.