Chelsea gjørdist fyrsta enska liðið at spæla dyst í HM-endaspælinum fyri felagslið.
Á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia í USA vann Chelsea í innleiðandi bólki D 2-0 á Los Angeles FC.
Chelsea-Los Angeles FC 2-0 (1-0)
1-0 Pedro Neto ('34 )
2-0 Enzo Fernandez ('80 )
Liam Delap sum er komin úr Ipswich Town til Chelsea legði upp til seinna málið. Hetta er fyrsti kappingardysturin Liam Delap spælir fyri Chelsea.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Flamengo úr Brasil og Esperance úr Tunesia. Tey spæla í nátt klokkan tvey, føroyska tíð.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-0 sigrinum hjá Chelsea:
##med2##