Og tað var tað sum hendi um vikuskiftið, tá Pál Joensen eisini vísti, at hann er fjórðbesti svimjarin í heiminum – at tað bara eru tríggir menn, sum eru betri at svimja 1500 metrar frísvimjing enn hann! Tíðin hjá Páli var so góð, at talan er bæði um persónligt met og um norðurlendskt met.
Og vit kunnu bara geva Jon Hestoy, formanni í Svimjisambandi Føroya rætt, tá hann á Rás2 í gjár segði, at »hetta er nakað sum fólk leggja merki til. Pál er maðurin, sum skapar søguna. Hann kemur frá einum landi við 48.000 fólkum. Nummar eitt kemur frá einum landi við 1.400.000.000 fólkum. Á Olympiaduni í 2012 kunnu vit bara droyma um, hvar vit eru við Páli«. Hetta segði Jón Hestoy týðuliga rørdur og fegin.?Hann vísti á, at tað einasta sum Svimjisambandið manglar nú, eru pengar.
Og tað ljóðar sera lovandi, tá formaðurin í Svimjisambandinum sigur, at tey »svimja í talentum«. Hann vísti á, at vit hava heilt óhoyrt nógv talent samanborið við fólkatalið, men okkum tørvar fígging fyri at kunna føra menningina eitt stig víðari. Fíggjarætlanin hjá Svimjisambandinum er upp á eina millión til hálvaaðru. Jón Hestoy segði, at um tey fáa hálvaaðru millión afturat, so kunnu føroyskir svimjarar støðugt vinna medaljur og heiðursmerki.
Og so er tað langhylurin, sum ikki er komin enn. Her helt formaðurin í Svimjusambandinum, at »vit mangla langhylin heilt desperat«. Og rætt hevur hann í tí. Tá svimjingin er ein av teimum einstaklingasítróttargreinunum, sum vit kunnu gera okkum galdandi í, so er tað so nátúrligt, at vit eisini byggja ein langhyl. Tað er alla æru vert, at fólk í Vági hava tikið stig til at byggja ein slíkan, men her átti at verið hugsað um at lagt hylin á eitt sentralari stað, enn í Suðuroy, so at so nógv talent sum gjørligt fingu nyttu av honum.
Tað er rætt av okkum at stuðla og stimbra einstaklingsítróttargreinum, tí tað er heilt víst, at tað er her, vit kunnu gera okkum galdandi í fremstu røð.
Vit eru øll stolt av Páli, og vit ynskja honum alt tað besta. Hjá honum er sjálvandi gott við góðum baklandi. Og við Jon Hestoy sum formanni – manninum sum undan Páli hevur framt størstu brøgd innan svimjing – so hevur hann og føroyska svimjingin heilt víst tann rætta leiðaran.
Hjartaliga tillukku við hesum fantastiska úrslitið, Pál!









