ODDAGREIN: Stríð um parkering í Havn

Ein park­erings­orrusta tykist taka dik á seg mill­um topp­ar­nar í Tórs­havn­ar komm­unu, Heð­in Mort­en­sen, borg­ar­stjóra, og Jógv­an Arge, bý­ráðs­lim. Or­søk­in er, at Jógv­an Arge hev­ur tal­að at, eft­ir at komm­unan sein­astu ár­ini hev­ur tik­ið burt­ur fleiri park­er­ings­pláss í mið­bý­num – og sum tað síðsta seldi park­er­ings­plássið í Tórsgøtu til Tryggingarfelagið Føroyar at byggja hotell á.

Alt gott um grøna hugsunarháttin hjá Tórshavnar kommunu. Royndin við ókeypis bussleiðini eru góð – ja bein­leið­is genial. Hetta er uttan iva besti mát­in at venja fólk við at brúka bussin.

Men hóast grønan hugsunarhátt, so er ikki neyðugt hjá Tórshavnar komm­u­nu at føra ein so hatskan bil­politikk. Tað tykir nærmast, sum um borgarstjórin vil hava ein bil­frían miðbý. Og vil hann tað, so fær hann eisini ein fólkatóman og handilstóman miðbý. Ein treyt fyri handilslívinum í miðbýnum er, at tað ber til hjá fólki at koma í býin við bili - og fáa sett bilin frá sær.

Tórshavnar kommuna gjørdi eina roynd í áttatiárunum at steingja Niels Fin­sens­gøtu - gong­u­gøt­u­na - fyri all­ari bil­ferðslu. Hetta merkti bein­an­veg­in, at søl­a­n í handl­u­num fór í botn. So varð lat­ið upp­aftur, og vit fingu eina gongugøtu við bil­um og parkeringsplássum, og so blóm­aði handilslívið aftur.

Tað er ikki uttan orsøk, at eitt nú SMS hev­ur brúkt kanska hundr­að­tals mill­iónir upp á parkeringspláss og parkeringskjallara. Tey hava sjálv­andi sæð, at uttan góð park­er­ings­við­ur­skifti, so fáa tey ikki fólk at koma í SMS.
Í miðbýnum í Havn verður ikki hugs­að um veðurviðurskifti, tá bygt verð­ur – og hav­andi veð­ur­lag­ið í huga – og vænta sær, at fólk fara at park­era langt uttan fyri mið­býin og koyra við sjúts­bussum om­an í býin til smá­ørindi, tað er so veru­leika­fjart, sum nakað kann vera.

Í størri býum so sum Keyp­mann­a­havn, París ella New York, har ber til at hava skip­að við­urskifti við park­ering. Har kunnu tey hava ser­lig­ar reglur fyri tey sum búgva í mið­­­býnum, aðrar til tey sum ar­beiða í miðbýnum og uppaftur aðr­ar til fólk, sum bara hava smá­ør­i­ndi. Hetta ber av onkrari orsøk ikki til í Havn. Her eru tað bara lands­stýr­is­fólk og starvs­fólk hjá Tórshavnar komm­unu sum fáa sersømdir við park­er­ing á al­mennum vegi.

Ynskir býráðið ein lívligan mið­bý – har hand­ils­lív­ið blóm­ar, so er at lurta eftir teimum, ið kenna trup­ul­leik­an og virða tørv teirra.