ODDAGREIN: Sudurlyndi sum aðalmál

Ein reiðari segði nú um dagarnar, at tað sum nú hendir í stríðnum mill­um mann­ing­ar­feløgini og Før­oya Reið­ar­a­fel­ag er í­mynd­in av før­oyska sam­fel­ag­num: Einki skil er í nøkr­um, alt snýr seg bara um vald og mamm­on.

Og rætt hevur hann. Reiðara­fel­ag­ið er eitt gott dømi um tað, at menn sum eru eina fræg­ast fyri, fella fyri freist­ing­ini at bróta sam­an­hald­ið, sum eig­ur at vera – bæði mill­um reið­ar­ar og mill­um mann­ing­ar­fel­øg. Bæði fakfelagsstríð og a­r­beiðs­gev­a­r­a­stríð snýr seg um at standa sam­an. Fak­fel­øg­ini og tess lim­ir skulu standa saman og virða vunn­in rættindi og halda fast um og virða tey. Tað sama má ar­beiðs­gev­ar­in gera. Annars ber einki til, og so verð­ur alt tað reina anarki. Her er so glopp­ið hjá Viberg Sørensen og hans­ara monnum, tí aðrir hava giv­ið teim­um knívin í ryggin.

Og mann­ingarfeløgini eru ikki smett­in frægari. Tað er ein álv­ar­som vand­a­­kós at koyra grús í mask­in­una hjá mót­part­i­num á henda hátt. Nú ber til at seta fólk upp í­móti hvør øðrum - og endin kann vera, at mann­ing­ar­fel­øg­ini standa veik­ari.

Í fjør blottaði Føroya Fisk­i­mann­a­fel­ag seg við ó­virð­i­lig­ari framferð ímóti einum starvsfólki. Her tók for­mað­ur­in okkurt persónligt stríð fram um felagið og fram um tað mest grund­leggj­andi hjá einum fak­felag - at virða grund­leggj­andi fak­fel­ags­rættindi. Hini fel­øg­ini í Samtaki stuðlaði hesi sera marg­hátt­ligu fram­ferð­ini hjá ein­um fak­felag, og hóast mað­ur­in, alt snúði seg um er deyður, so er eing­in al­menn um­ber­ing kom­in frá teim­um enn. Tað er lítið sømiligt og vísir, at per­són­lig makt­girnd skugg­ar fyri að­al­­enda­málinum, at virða vunnin rætt­indi.

Vit kunnu halda fram í poli­tikk­i­num. Løg­maður ger einki, hóast Fólka­flokk­urin tek­ur løg­mann av ræði og um­skip­ar lands­stýr­ið eft­ir egn­um høvdi. Men nei, tað fær ong­ar av­leið­ingar.
Og Javn­að­ar­flokk­ur­in hev­ur stór­ar inn­an­hýs­is­trup­ul­leik­ar av ting­manni, sum ikki møtir til fund­i­r. Men flokkurin ger einki. Í síðstu viku speirak hann listarfólk og segði, at ment­an­ar­løn­ir­nar til list­ar­fólk áttu at ver­ið av­tikn­ar. Eing­in í flokk­i­num mót­mæl­i­­r. Hó­ast tey tiga, so vita vit, at tey ikki taka und­ir við hon­um, men tey siga einki.

Jú tað snýr seg um vald. Og jú tað snýr seg um peng­ar. Men onk­ur má fór ­ó­lukk­an ­sig­a: »Her til og ikki long­ur«. Men persónlig áhugamál verð­a tik­in fram, og tí er tað sund­ur­lyndi held­ur enn sam­an­hald sum verð­ur sett í há­sæti – og tað køvir alt sam­felagið.