fløgur, sum vit ikki í hava í handlinum, fyri fólk," leggur hann aftrat. Hvat, ið er orsøkin til hetta, er ilt at siga, men tað er helst eingin loyna, at MTV hevur verið við til at broyta hugburðin hjá fólki [...] og einstaklingar góvu út. Ikki tí, nógv av tí, sum tá kom á marknaðin, er gott, men tað er so sanniliga eisini nógv, sum ikki er gott, fyri at siga tað pent. Dagligi leiðarin av fløgudeildini hjá 3'aranum [...] marknaðin. Keyparin her á landi er blivin nógv kræsnari, og setir hann stór krøv til tað, sum hann skal keypa. "Hetta við, at man keypir føroyskir útgávur av "sympatiorsøkum", er púrasta dottið burtur", sigur
har MTM-skúlagongdin er, eru tað umleið fjøruti lærlingar á árganginum hjá Bjørg. Konufólkini eru átta í tali. Verður helst lívsyrki hjá Bjørg Hóast hon enn bert er 20 ára gomul, so er tað nógv, sum bendir [...] nakað annað. Eftir hvat Sosialurin hevur frætt, so er Bjørg eisini eitt dugnaligt myndafólk, sum journalistarnir eru sera glaðir fyri. Um ein droymir um at fara í læru sum teknikari, so er best, um man hevur [...] hugsa, at hetta bert er ein verð fyri mannfólk. Fyri fáum árum síðani var tað rættuliga óhugsandi, at eitt konufólk til dømis fór at læra til bilmekanikara ella líknandi. Hendan hugsan er so líðandi broytt
Tað er sera týdningarmikið, at vit seta skjøtil á til nýggjan leik. At suðringar allir sum ein nú fara at tosa um, hvat gagnar Suðuroynni og ikki bara stara seg blindar uppá heimakommununa. Hetta er ikki [...] mæla til at gera eitt fyrstudeildar lið fyri oynna. Heldur tað enn einki. Hetta er skilatos. Eitt er vist, henda tíðin er brá, sera brá. Fyri heilt fáum árum hugsaði eg sjálvur, at kanska kundi Suðuroyggin [...] helvt og Tvøroyri ta norðaru, men tíðin er longu farin frá hesi ætlan, og sundurlyndið hevði bara vaksið. Fólkatalið í Suðuroy og Klaksvík er næstan tað sama, hetta er umhugsunarvert, men meðan Klaksvík altíð
við lóg, er tað ógvuliga niðurgerandi. Kvinnur koma til, tá ið tíðin er búgvin til tess. Tað ynskiligasta er sjálvandi, at kynsbýtið er javnari, men eg havi sjálv royndir av, hvussu trupult tað er at fáa [...] sigur Rúna Sivertsen. Frítt val Javnstøðuhugsjónin er ikki at gera kynini líka, men at javna ójavnan sum er millum kynini? - Tað er rætt, og tí er tað so umráðandi at geva kvinnum eitt val. Vilja tær [...] mína familju. Og hvat eg hevði gjørt um so varð, er mítt privatmál. Men hevur tú ikki bæði í løtuni, eina familju og eina karriera? - Hvør einasti dagur er ein prioritering. Tað er nógv eg ikki fái tikið
at rákið í føroyskum politikki er farið heilt av leið. Hann hevur í seinastuni dagliga verið fyri álopum á gøtuni og er niðurringdur í telefonini har fólk spyrja, hvat hann billar sær inn, ikki at vilja [...] sama sum vit, og tí er tað umráðandi at fullveldisuppskotið verður viðgjørt, sigur Jenis av Rana, sum annars leggur dent á, at málið um at fáa formannin í uttanlandsnevndni frá, er sjálvstøðugt mál, sum [...] gjørdist formaður í nevndini. Grundgevingarnar hjá Jenis av Rana, fyri at bróta hesa avtalu er, at hann er ónøgdur við arbeiðið hjá formanninum í uttanlandsnevndini. Jóannes politiserar Við Sosialin sigur
dømi. Hann stríðist og strevast, men tað er sera avmarkað, hvat hann fær av tí, sum kaffið, hann so at siga er upprunin til, verður selt fyri til tann, sum er síðstur í ketuni. Stóri vinningurin fer til [...] í Vilnius í Letlandi, ein, sum er frá Føroyum umvegis Vilnius og til Aberdeen og sum er frá 7. og til 14. oktober, og so ein, sum er niður til Aberdeen við fráferð úr Føroyum 12. oktober og heimferð 15 [...] Skotlandi, ikki serliga áhugaverd ? men tað er eisini at undrast á, at áhugin fyri at fara niður til Skotlands at síggja landsliðið er ikki so nógv minni, enn hann er at síggja landsliðið á Svangaskarði. T
stuðla nøkrum sum samgongan ger, er í fínasta lagi, men at brúka sess sín í andstøðu til at forkoma andstøðuni møguleikan at virka sum andstøða er heilt burturvið. Tað er heldur ikki nakað gott signal úteftir [...] sess. Tá má og skal ikki vera so, at tað Uttanlandsnevndin sigur og ger bert er eitt ekko av tí, sum landsstýrið sigur ella er returinformation til landsstýrið. Landsstýrið hevur tvørturímóti brúk fyri at [...] ætlanum og gerðum. Soleiðis eigur demokratiið at fungera. Tí er tað eftir okkara tykki ein sera óhugnaligur og ódemokratiskur andi, sum nú er við at breiða seg kring Jenis av Rana. Ístaðin fyri at virka
neyðugt er longu nú at fara út og fáa fígging. Tað er eisini hansara vón, at tað ber til at fáa fígging til eitt slíkt tiltak. Áskoðari og leikari hittast Hóast hetta enn bert er í stoypiskeiðini, so er tiltakið [...] at fáa bein at ganga á. Í hvussu er hava stigtakararnir havt fleiri fundir, har uppgávurnar eru býttar út, og har sett er út í kortið. Gulla Øregaard sigur, at ætlanin er at gera teatur á ein hátt, har áskoðari [...] Cabarét - 10 ár við Óla P?. Hetta er heldur sjáldsama heitið á einum mentanartiltaki, sum verður framført á nýggjárinum í 1999 - tvs. á gáttini inn til eitt nýtt ártúsund. Tað er ein arbeiðsbólkur við Gullu
skal til at fáa tveir fyri teir so týdningarmiklar dystir avgreiddar. Í FSF hava teir drigið lut um, hvat liðið fyrst skal hava heimavøll, og luturin fall á B68. Ætlanin var, at dysturin á Svangaskarði skuldi [...] Toftum verður nú leygardagin og tann á Eiði annan leygardag. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at B36 er flutt niður úr 3. deild, at KÍ sleppur undan niðurflyting, um B68 tapir móti EB/Streymi, og at KÍ skal [...] hava frammanundan lið í 3. deild, og so sleppur KÍ undan niðurflyting. Hetta vil eisini siga, at tað er avgjørt, at TB skal spæla í 3. deild í komandi kappingarári.
boring á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Hetta er fyrsta av sínum slag í Føroyum. Tað er Oljuútbúgvingarsamtakið, ið stendur fyri skeiðnum. Hetta er eitt samtak millum Tekniska Skúlan í Havn, Tekniska [...] Tað er ikki so langt síðani, at samband varð knýtt millum tekniskar skúlar her heima og Stavanger Maritime Videregående Skole í Stavanger. Skjøtil varð við hesum settur á eitt samstarv, sum nú er við at [...] boring í Føroyum. Skeiðið varð sera væleydnað, og nú er málið so búgvið at fara víðari við, og fyrsta boriskeið verður í Føroyum í næsta mánað. Talan er um eitt 7 viku langt skeið, sum skal geva luttakarunum