EB/Streymur og B68 spæla fyrst á Toftum

Fótbóltur: FSF tulkar spurningin um niðurflyting úr 3. deild øðrvísi, enn við gjørdu í blaðnum í gjár, og tað vil m.a. siga, at TB skal spæla í 3. deild komandi ár

Tað var ikki heilt greitt, tá vit fregnaðust í gjár, men alt bendi á, at spurningurin um, hvørt næstbesta liðið hjá B68 ella besta liðið hjá EB/Streymi skal hava rættin at taka lut í 2. deild í 1999, verður avgjørdur nú leygardagin og annan leygardag.

Kappingarleiðarin hjá FSF hevði ætlanir um at fáa hetta avgreitt longu í hesi vikuni, men hetta hóvar ikki teimum í EB/Streymi, sum vilja hava ta tíðina, ið skal til at fáa tveir fyri teir so týdningarmiklar dystir avgreiddar.

Í FSF hava teir drigið lut um, hvat liðið fyrst skal hava heimavøll, og luturin fall á B68. Ætlanin var, at dysturin á Svangaskarði skuldi vera í gjárkvøldið og tann á Mølini á Eiði leygardagin, men í gjár sá tað út, sum um dysturin á Toftum verður nú leygardagin og tann á Eiði annan leygardag.

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at B36 er flutt niður úr 3. deild, at KÍ sleppur undan niðurflyting, um B68 tapir móti EB/Streymi, og at KÍ skal spæla um eitt pláss í 3. deild móti TB, um B68 vinnur móti EB/Streymi.

Men teir í FSF síggja øðrvísi uppá henda spurningin, og so mugu vit halda okkum til teirra sjónarmið, tí tað eru tey, sum telja.

Kappingarnevndin sigur, at um B68 vinnur móti EB/Streymi, so fara B68 og TB upp, og B36 og KÍ niður. Um B68 tapir móti EB/Streymi, so fer TB upp og B36 niður. Í tí førinum kann B68 ikki flyta upp úr 4. deild, tí teir hava frammanundan lið í 3. deild, og so sleppur KÍ undan niðurflyting. Hetta vil eisini siga, at tað er avgjørt, at TB skal spæla í 3. deild í komandi kappingarári.