Tann 19. oktober byrjar grundskeið í boring á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Hetta er fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Tað er Oljuútbúgvingarsamtakið, ið stendur fyri skeiðnum. Hetta er eitt samtak millum Tekniska Skúlan í Havn, Tekniska Skúlan í Klaksvík, Maskinmeistaraskúlan, Føroya Sjómansskúla og Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Samtakið hevur til endamál at stíla fyri útbúgvingum, sum geva førleika hjá skeiðluttakarunum at arbeiða innan oljuvinnuna.
Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur verið arbeitt væl og skjótt frá skúlamyndugleikunum her á landi. Tað er ikki so langt síðani, at samband varð knýtt millum tekniskar skúlar her heima og Stavanger Maritime Videregående Skole í Stavanger. Skjøtil varð við hesum settur á eitt samstarv, sum nú er við at bera ávøkstur.
Endamálið hjá føroyskum myndugleikum hevur alla tíðina verið at fáa útbúgvið okkara egnu lærarar, soleiðis at føroyingar, sum vilja fáa sær útbúgving í oljuvinnuni, kunnu sleppa undan at fara av landinum.
Tí varð avrátt, at fimm lærarar frá teknisku skúlunum, maskinskúlanum og sjóvinnuskúlanum skuldu fara til Noregs á skeið, sum so aftur kundi geva teimum førleika at halda skeið í boring í Føroyum. Skeiðið varð sera væleydnað, og nú er málið so búgvið at fara víðari við, og fyrsta boriskeið verður í Føroyum í næsta mánað. Talan er um eitt 7 viku langt skeið, sum skal geva luttakarunum førleika til at kunna arbeiða á einum boripalli.
Fjarundirvísing
Sum nakað heilt nýtt í føroyskari undirvísing sum heild er ætlanin at brúka fjarundirvísing umvegis sjónvarp. Tilsamans 30 av teimum 228 undirvísingartímunum verður fjarundirvísing úr Noregi. Henda undirvísingin skal fara fram á gomlu telegrafstøðini.
Norska oljufelagið Statoil, sum í fleiri førum hevur verið við til at stuðla undir og fíggjar samstarv á útbúgvingarøkinum millum føroyskar og norskar útbúgvingar- og granskingarstovnar sum partur av AMG-oljusamtakinum, stendur fyri kostnaðinum av fjarundirvísingini. Haraftrat hevur Stavanger Maritime Skole boðið sær til at standa fyri próvtøkunum.
Pláss er fyri tilsamans 20 luttakarum á hesum fyrsta boriskeiðnum. Grundskeið í boring er eitt skeið, sum gevur luttakarunum ástøðiliga upplæring innan boritøkni, men samstundis gevur tað eisini almenna kunning um fleiri øki innan oljuvinnuna. Hóast skeiðið ikki í fyrstu atløgu gevur endaligan førleika til arbeiði innan boring, so er tað ein góður máti at ogna sær grundleggjandi kunnleika um boring, um ein ætlar sær at arbeiða á boripalli. Tað gevur so førleika til at arbeiða sum tornarbeiðari ella borideksarbeiðari.
Skeiðið, saman við verkligari upplæring á boripalli, gevur grundarlag fyri framhaldandi útbúgving innan boring til eitt nú borara ella borimeistara. Tílíkar útbúgvingar kunnu t.d. takast á fakskúla í Noregi.
Eingi formlig krøv eru til forkunnleika fyri tann, sum teknar seg til skeiðið, men tað er ein fyrimunur, um skeiðluttakarin hevur arbeiðsroyndir innan t.d. mekanisk fak.
Innskriving til Grundskeið í boring fer fram hjá Sjúrði Guðjónson, á Føroya Handilsskúla. Kostnaðurin er 10.000 kr.
Hvat viðvíkur arbeiðsmøguleikum eftir lokið skeið hevur Oljuútbúgvingarsamtakið verið í samband við serliga norsk feløg. Klaus Reistrup frá undirvísingamálastýrinum og sum hevur tikist nógv við útbúgvingarspurningar við atliti til eina oljuvinnu sigur við Sosialin, at tað ber ikki til beinleiðis at ávísa arbeiði, men Oljuútbúgvingarsamtakið vil fegið hjálpa við at útvega samband til ymisk feløg innan oljuvinnuna, sum hava sýnt áhuga fyri at taka føroyingar í arbeiði.
Óvissa um trygdina
Ein spurningur, sum tó enn hongur í leysari luft er, hvussu verður við tí trygdarskeiði, sum allir oljuarbeiðarar skulu hava. Fyri at kunna arbeiða umborð á einum oljuboripalli, so skal man hava verið á einum trygdarskeiði.
Sosialurin skilur, at tað enn ikki er møguleiki at taka slíkt skeið í Føroyum, hóast tað nú í fleiri ár hevur verið strongt á myndugleikarnar at fáa sett upp eina trygdarmiðstøð, sum tekur sær av hesum, eisini fyri teir, sum ætla sær at sigla.
Blaðið skilur, at hetta er ikki sørt av einum stríðsmáli. Semja er ikki um, hvør landsstýrismaður umsitur hetta, og hvar ein slík trygdarmiðstøð skal vera. Higartil hava eitt nú sjómenn og brandmenn verið á skeiði við Áir og eisini í Klaksvík. Fyri at kunna fáa arbeiðsloyvi í oljuvinnuni, krevst meira enn tað hesi plássini í dag kunnu bjóða.
Í løtuni sær heldur ikki mætari út, enn at málið um trygdarmistøð er málsøki hjá trimum landsstýrismonnum, Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og John Petersen.
Hóast eitt projekt hevur verið til viðgerðar í undanfarna landsstýrinum, so hevur enn eingin kunnað skorið ígjøgnum í málinum.Eina tíð hevði Eilif Samuelsen, landsstýrismaður málið um hendi, seinni varð tað so í hondunum á Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni. Eitt uppskot hevur verið at útbyggja støðina við Áir til at lúka øll krøv til trygdina, eisini í sambandi við eina komandi oljuvinnu.Spurningurin um eina trygdarmiðstøð hevur eisini alstóran áhuga fyri oljufeløgini, tí skulu hesi taka føroyingar í arbeiði, so mugu teir hava verið á trygdarskeiði.
Møguleikin í dag er so at fara til Noregs at taka hesi skeið, og tað er greitt, at kemur ikki gongd á hetta málið, so mugu teir føroyingar, sum í desember hava lokið grundskeið í boring, av landinum fyri at taka eitt trygdarskeið. Tað fer at kosta ikki so lítið. Og tá er grundtankin við at útbúgva seg í Føroyum ikki so heilur longur.
Spurningurin liggur nú hjá myndugleikunum um at taka eina avgerð um, hvar ein slík trygdarmistøð skal liggja. Tað hevur longu verið frammi, at oljufeløg eru sinnað til at vera við til at sponsorera eina slíka trygdarmiðstøð, nú trygdin stendur so frammaliga hjá teimum. Í hesum sambandi eigur eisini at verða nevnt, at nú fleiri oljupallar skulu høggast upp, er møguleiki at ogna sær útgerð, sum kann brúkast nettup á einum trygdardepli.
Bólturin tykist í løtuni at liggja hjá ikki færri enn trimum landsstýrismonnum. At føroyingar nú fara undir skeið í sambandi við eina komandi oljuvinnu og vit ikki hava tikið støðu til, hvat vit vilja á trygdarøkinum, er óhaldbart fyri allar partar.