Vil kanna donsku sjóverjuna fyri smugling av rúsevnum

Tingkvinna spyr, um eftirlit er við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling

Tað er Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um rúsevnaeftirlit. Ítøkiliga spyr tingkvinnan soleiðis:

1.    Hvør hevur eftirlit við donsku sjóverjuni hvat viðvíkur smugling?

2.    Hvussu ofta hevur danska sjóverjan lagt at kai í Føroyum seinasta árið?

3.    Hvussu ofta hevur eftirlit verið umborð?

4.    Eru rúsevni nakrantíð funnin umborð á donskum sjóverjuskipum?

Í viðmerking til fyrispurningin sigur Annika Olsen, at rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tann einstaka. 

– Saman við mongdunum av rúsevnum í býarlívinum er úrslitið eisini ofta harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit dagliga í miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini v.m.

– Fyri at vita, hvussu vit kunnu hava fullkomið eftirlit við landamørkunum bæði sjóvegis og loftvegis verða hesir spurningar settir, sigur Annika Olsen.

Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurninginum.