MIÐFLOKKATINGMAÐURIN Jenis av Rana vil hava formannin í javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard frá sum formann í Uttanlandsnevndini. Hann leggur Eidesgaard undir ikki at hava gjørt sítt arbeiði nóg væl og sambart grein í blaðnum í dag, hevur formaður javnaðarfloksins ikki gjørt nokk fyri at ganga ímóti teimum víðgongdu í landsstýrinum, sum vilja hava fullveldi fyri ein og hvønn prís.
Í skrivandi løtu tykist alt hetta eitt sindur ørkymlandi, tí vanliga fatanin hevur verið tann, at júst Jenis av Rana hevur tikið undir við fullveldinum. Hvat fyrigongur handa leiktjøldini í Tinganesi kundi verið spurt, nú umboðið hjá Miðflokkinum bráddliga tykist hava samgongufelagar í samgonguni. Skal hetta skilast sum at fólkaflokkurin, sum vit alla tíðina hava vitað, ikki er líka loysingarhugaður sum tjóðveldisflokkurin, nú ger eina fyrstu roynd at leggja sjógv millum seg og tjóðveldið, og at Jenis og Miðflokkurin verða brúkt sum jarnbrot í hesi fyrstu ítøkiligu royndini? Vit spyrja bara.
TAÐ var ein skilagóð hending og gott fyri demokratiið, tá ein av stóru andstøðuflokkunum herfyri fekk formansstarvið í Uttanlandsnevndini. Nettup í eini tíð, har viðurskiftini við onnur lond eru so frammaliga, hevur tað týdning fyri alla ta politisku og demokratisku viðgerðina, at bæði samgonga og andstøða hava ávirkan. Javnaðarflokkurin er so mikið stórur flokkur og hevur havt so mikið stóran týdning fyri føroyskan politikk, at tað bara kann vera gott fyri allar partar og fyri parlamentarisku skipan okkara sum heild, um hesin flokkur umsitur formanssessin í eini so týðandi nevnd. Tað gevur størri javnvág millum andstøðu og samgongu, og soleiðis skal tað vera.
STÓRMÁL sum viðurskifti okkara við Danmark, tilknýtið til ES, royndirnar at byggja upp eitt samstarv í útnorði, og marknatrætan við Bretland eru alt mál, sum verða viðgjørd í Uttanlandsnevndini. Sum so hevur henda nevndin ongan avgerðarrætt. Hon kann bert vera við til at mæla til ella frá yvirfyri landsstýrinum. Tí er tað eisini sunt og gott fyri landsstýrið at hava ein mótspælara sum formann í hesi nevnd, tá kann landsstýrið fáa eitt demokratiskt mótspæl ella fyri tað viðspæl.
TÍ duga vit ikki at skilja, um tað eru kreftir í samgonguni, sum vilja hava formannin í Uttanlandsnevndini frá, nú hesin formaður umboðar ein so týðandi part av andstøðuni. T.d. at seta einasta tingmannin hjá Miðflokkinum í henda týðandi sess tænir ikki andanum í stýrisskipanarlógini. Heldur ikki um tað verður næstformaðurin tjóðveldismaðurin Hergeir Nielsen, sum fær henda sess. Tá má og skal ikki vera so, at tað Uttanlandsnevndin sigur og ger bert er eitt ekko av tí, sum landsstýrið sigur ella er returinformation til landsstýrið. Landsstýrið hevur tvørturímóti brúk fyri at hava fólk, sum eisini kunnu síggja við krittiskum eygum eftir teirra ætlanum og gerðum. Soleiðis eigur demokratiið at fungera. Tí er tað eftir okkara tykki ein sera óhugnaligur og ódemokratiskur andi, sum nú er við at breiða seg kring Jenis av Rana. Ístaðin fyri at virka við sum andstøða, stingur hann somu andstøðu knívin í bakið. At stuðla nøkrum sum samgongan ger, er í fínasta lagi, men at brúka sess sín í andstøðu til at forkoma andstøðuni møguleikan at virka sum andstøða er heilt burturvið. Tað er heldur ikki nakað gott signal úteftir, at vit liggja og skifta formann í Uttanlandsnevndini út. Hesin átti at verið valdur fyri alt skeiðið.









