Seinasti dysturin hjá Hellas Verona endaði við tapi

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni fekk bara trý stig í 10 teimum seinastu dystunum

 

Nicolas Valentini

 

Tað hevur leingi verið greitt, at liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Hellas Verona flytur niður í næstbestu italsku fótbóltsdeildina, Seriu B.

 

Í kvøld spældi Verona seinasta dystin í Seriu A á hesum sinni. Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona tapti heimaliðið 0-2 fyri AS Roma. 

 

Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaður, tá argentinski verjuleikarin hjá Verona, Nicolas Valentini fekk seinna gula kortið, og so mátti heimaliðið stríðast 10 móti 11 tað, ið eftir var av dystinum. Roma hevði bóltin 67 prosent av tíðini, og teir høvdu munandi fleiri málmøguleikar enn heimaliðið. 

 

Seks minuttir seinni fekk Roma brotsspark. Tað bleiv brent í fyrstu atløgu, men Donyell Malen skoraði upp á returin. Í yvirtíðini økti Stephan El Shaarawy til 2-0.

 

Verona endaði næstaftast í deildini við 21 stigum. Bert Pisa við 18 stigum endaði aftanfyri Verona. 

 

Hesi seinastu mánaðarnar hevur Andrias Edmundsson skrivað søgu sum fyrsti føroyski leikarin í Seriu A. Spennandi verður at frætta um hann verður leigaður út til felag í Seriu A, ella um hann fer við Hellas Verona niður í Seriu B. Óannsæð, so liggja spennandi avbjóðingar fyri framman.