Klokkan 11.10 hósmorgunin fekk løgreglan í Klaksvík boð frá einum manni, at ein stórur steinur var lopin undan loftinum í Árnfjarðatunnilinum, umleið ein triðjing inni í tunnilinum frá Ánunum. Boð vóru beinanvegin [...] bilur hevði fingið henda steinin omanyvir seg, ella hevði rent á hann, hevði hann allarhelst farið í smildur. Maðurin, sum kom fram á steinin, var á veg úr Árnafirði, og hann gjørdi tað rætta, tá hann [...] tryggja tunnlarnar, slepst tí undan at hesin vandin gerst serliga stórur, sigur Petur á Svøð. Tunnlarnir í Norðoyggjum eru myrkir og smalir, og tí er neyðugt at fólk vísa varsemi tá tey ferðast gjøgnum tunnlarnar
fólkaflokskvinnum, Katrin Dahl býráðspolitikara úr Havn og Rúnu Sivertsen løgtingslimi úr Klaksvík. Hansara egna rokning Í viðmerkingini sigur Katrin Dahl, at tað, sum Óli Breckmann sigur, má standa fyri hansara [...] Hon fær 30.000,- kr í endurgjaldi, og hetta sigur nakað um, hvussu nógv verdar vit kvinnur eru. Eg haldi at tað er ein grov undirmeting av virðinum hjá eini kvinnu, sigur hon at enda í viðmerkingini. [...] Tað skapti ikki sørt av øsing millum manna, tá Óli Breckmann í Degi og Viku herfyri rópti neyðtøkuna hjá John Petersen fyri eitt mistak. Vit hava fingið nakrar viðmerkingar frá tveimum virknum fólkafl
hvørjaferð, men síðani hava dreingirnir úr Klaksvík veruliga tikið dyk á seg og hava vunnið tríggjar róðrar á rað. Teir liggja sostatt undan Ólavsøku best fyri í kappingini um føroyameistaraheitið. Á ve [...] Tá verða norðoyabátarnir báðir javnir í stigum, og reglurnar siga, at báturin, sum vinnur Ólavsøkuróðurin vinnur føroyameistaraheitið, tá tveir bátar gerast javnir í stigum. 5 mannafør dreingir 1 Fípan Fagra [...] Tá kappingarárið byrjaði vóru tað tríggir bátar, sum einamest kappaðust um fyrstaplássið í róðrinum hjá fimmmannaførum við dreingjum. Ritan, Sílið og Fípan Fagra. Ritan vann norðoyastevnuróðurin og á jóansøku
fer at vera nú leygardagin í Vestmanna, ella um ta_ ver_ur í Sørvági annan leygardag. Ta_ er eingin spenningur um FM heiti_. Skal leitast eftir spenningi, so er hann at finna í, um ta_ fer at eydnast kvinnunum [...] at ta_ skal vilja meiri enn illa til, um Jarnbardur ikki skal vinna allar sjey kappingarnar í hesum árinum. Í Vági var talan leingi um uppvísningsró_ur. Jarnbardur var fremstur beinanvegin, og hann økti [...] togast vi_ og Sølmund fleiri a_rar um næstfremsta plássi_, rættuliga gjørdi ein vørr. Kvinnurnar úr Klaksvík evna_u væl at fáa nyttu burturúr alduni, tær runnu vi_ fer_ upp undir li_ina á Jarnbardi, og á málinum
Klaksvík: Anfinn Kallsberg, løgmaður, er ársins neyðrakett 2003. Hann fekk 739 av teimum tilsamans 1699 atkvøðunum. Hann fekk rakettina handaða á Norðoya Kunningarstovu næstseinasta dagin í árinum. Ingi [...] blaðstjóri á Dimmalætting, segði at undirtøkan var tann størsta í ár til hesa kappingina. Kappingin stóð serliga millum løgmann og formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Men Anfinn hevði tó munin [...] áðrenn ein viss gul bók kom út, at løgmaður skuldi vera í uppskoti sum ársins neyðrakett. Men hann vísti tó ikki aftur, at ivaleyst eru tað hendingarnar í seinastuni, sum hava gjørt sítt til, at Anfinn var
ein inntøkumiss á 10 milliónir krónur, enn um lógirnar vóru tær somu sum í 2000. Hetta merkir ein inntøkumiss á 40 milliónir í einum valskeiðið, júst helvtin av tí upphædd (80 milliónum) ið vit hava gjørt [...] barnaforsorg ið inniber at kommununnar skulu fíggja hetta øki. Árliga útreiðslan til barnaforsorg í Klaksvík er 4 milliónir, hartil kemur at hetta er eitt øki við skjótt vaksandi útreiðslum ið ikki eru lættar [...] spurningur ið eg kundi hugsa mær at fingið svaraðan er, hvat sigur landsstýrismaðurin í innlendis- og kommunumálum ? er hetta í trá við politikkin hjá Fólkaflokk-inum mótvegis kommununum ? tað hevði verið gott
helt til, var móttøka í nýggja stásiliga virkisbygninginum hjá bilafyritøkuni P/f BBR Service seinasta leygardag. Hóast nógv fólk vóru til móttøkuna, sóust tey næstan ikki aftur inni í stóra bygninginum. [...] framsýningarhøll. Byggivirkið KBH Sp/f á Toftum hevur verið høvuðsarbeiðstakari í sambandi við byggingina. BBR Service bleiv stovnað í juli 1996. Stovnarar vóru Birgir Samuelsen, Bogi Rasmussen og Rógvi Rasmussen [...] umleið 3.000 fermetrar stórt grundøki og hevur latið bygt ein bygning til virksemið hjá fyritøkuni, sum í høvuðsheitum umfatar bilaumvælingar og leigubilar. Gólvvíddin á sjálvum bygninginum er 500 fermetar
hevur alla sína tíð verið millum framrættaðu KÍ spælararnar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum hevur hann verið vongverji í vinstru, og hann hevur staðið seg væl ? bæði ímóti Jákupi [...] vera vongverji. Saknar tú ikki at vera við í álopunum? - Tað ber til at fara framvið onkra ferðina, men álopsparturin er ikki tann primeri hjá vongverjunum. Í verjuni haldi eg, at vit høvdu hampuliga gott [...] at tað er alt annað enn hugaligt at spæla, tá ið mótstøðuliðið nýtir taktikkin, sum VB brúkti í Klaksvík. At pakka seg og dúva upp á langar sendingar og upp á at tíðin skal dragast út við øllum hugsandi
Unglingameistarakappingin í svimjing varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Sum vera man, so var spenningurin undan hesari stórur, og eftirfylgjandi var hugagóða staðfestingin, at tað í løtuni tykist ganga framá [...] nevna nakrar av einstaklingunum, sum gjørdu um seg. Serstakliga var tað Elspa Mørkøre, sum tók lut í 16 av kappingunum á stevnuni. Og eisini vann tær 16! Men eisini onnur gjørdust nógv um seg. Pauli Øssurson [...] skulu kapapst við svimjarar úr Hetlandi og Orkney-oyggjunum. Kappingin, sum talan er um, verður hildin í Havn 2. juni, og eru tey 12 føroysku umboðini tá hesi: Hanus Eysturdal HS - Jákup Øssursson Mohr FS
Skálafjørðin leggur fyrst at við posthúsið í Kollafirði, síðan á Oyrabakka, í Skálabotni verður posturin til Skála og Strendur avskipaður, síðan gongur leiðin til posthúsið í Saltangará, Norðragøtu, Fuglafirði [...] verður farið í gongd við at skilja postin beinanvegin,og gera hann kláran til útberingina. Seinnapartin er aftur ein ruta inn á Skálfjørðin. Á hesi rutuni kemur postur úr allari Eysturoynni, Klaksvík og Sundalagnum [...] Á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd í Havn byrjar arbeiððsdagurin klokkan 04.00 um morgunin, og teir fyrstu bilførararnir møta hálvan tíma seinni. Tá posturin er klárur, verða búr við bræv og pakkaposti sett