Spurningurin er ikki, um Jarnbardur fer at vinna FM. Heldur er spurningurin, um ta_ fer at vera nú leygardagin í Vestmanna, ella um ta_ ver_ur í Sørvági annan leygardag. Ta_ er eingin spenningur um FM heiti_. Skal leitast eftir spenningi, so er hann at finna í, um ta_ fer at eydnast kvinnunum umbor_ á Jarnbardi at vinna FM vi_ fullum stigtali.
Møguleiki er sjálvandi fyri, at okkurt púra óvænta_ skal koma fyri undir einari av teimum trimum kappingunum, sum eru eftir. Men avrikini og úrslitini higartil hava bo_a_ frá, at ta_ skal vilja meiri enn illa til, um Jarnbardur ikki skal vinna allar sjey kappingarnar í hesum árinum.
Í Vági var talan leingi um uppvísningsró_ur. Jarnbardur var fremstur beinanvegin, og hann økti um munin aftur til næstu manningarnar. Eina løtu var fjarstø_an fleiri bátslongdir, tá i_ Jarnbardur og so allir hinir fóru skúmandi undan vindinum og á aldukambunum inn eftir Vágs fir_i.
So var ta_, at Páll Fangi, sum leingi hev_i togast vi_ og Sølmund fleiri a_rar um næstfremsta plássi_, rættuliga gjørdi ein vørr. Kvinnurnar úr Klaksvík evna_u væl at fáa nyttu burturúr alduni, tær runnu vi_ fer_ upp undir li_ina á Jarnbardi, og á málinum var munurin frá annars suverena oddabátinum og aftur til Páll Fanga ikki størri enn ein skutur. Frá Pálli Fanga og aftur til Sølmund á bronsuplássinum vóru meiri enn tvær bátslongdir.
Ivaleyst vóru tær aftaná eitt sindur kløkkar umbor_ á Jarnbardi. Men ró_urin sum heild vísti, at nógv skal venda ø_rvísi í næstu kappingunum, enn ta_ higartil hevur gjørt, um ta_ skal eydnast Páll Fanga ella onkrari a_rari manning at gera enda á sigursrø_ini hjá teimum umbor_ á Jarnbardi.