KÍ hugburðurin ikki nóg góður

KÍ vongverjin roknar við, at tað fara at verða fleiri uppgávur á heimavølli av tí slagnum, sum teir høvdu á skránni ímóti vágbingum

KÍ SPÆLARIN

Eyðun Klakstein hevur alla sína tíð verið millum framrættaðu KÍ spælararnar. Í tveimum teimum fyrstu umførunum í hesum kappingarárinum hevur hann verið vongverji í vinstru, og hann hevur staðið seg væl ? bæði ímóti Jákupi á Borg hjá HB og ímóti Poul N. Poulsen hjá VB.
- Tað er venjarin, sum ger av, hvør skal spæla á hvørjum plássinum, og fyri meg kennist tað ikki sum trupulleiki at vera vongverji.
Saknar tú ikki at vera við í álopunum?
- Tað ber til at fara framvið onkra ferðina, men álopsparturin er ikki tann primeri hjá vongverjunum. Í verjuni haldi eg, at vit høvdu hampuliga gott tak á tí, men vágbingar vóru vandamiklir onkra ferðina.
Tað var ikki meiri, enn at tit fingu mál og harvið eitt stig?
- Nei, og eg minnist nógvar dystir, sum hava tikið seg soleiðis upp, sum hesin gjørdi tað. Fyrri parturin av fyrra umfarinum er sera avgerandi. Um vit ikki fáa mál lutfalsliga skjótt, so fer tíðin at arbeiða ímóti okkum.
Hvat heldur tú um tykkara avrik hesa ferð?
- Vit livdu ikki upp til avrikið ímóti HB. Hugburðurin var ikki so sannførandi hesa ferð. Tað restaðu tey 10-15 prosentini, sum skulu til, um vit skulu hava yvirskotið, ið skal til.
Vágbingar vóru knáir?
- Teir fingu eitt stig, og tað rokni eg við, at teir vóru nøgdir við. Men eg má siga, at tað er alt annað enn hugaligt at spæla, tá ið mótstøðuliðið nýtir taktikkin, sum VB brúkti í Klaksvík. At pakka seg og dúva upp á langar sendingar og upp á at tíðin skal dragast út við øllum hugsandi lótum, vil eg kalla anti fótbólt.
Úrslitið boðar frá, at teir nýttu effektivt vápn?
- Tað mugu vit bara staðfesta, og eg rokni við, at vit fara at fáa fleiri avbjóðingar á heimavølli, sum fara at líkjast hesari.