Tað skapti ikki sørt av øsing millum manna, tá Óli Breckmann í Degi og Viku herfyri rópti neyðtøkuna hjá John Petersen fyri eitt mistak.
Vit hava fingið nakrar viðmerkingar frá tveimum virknum fólkaflokskvinnum, Katrin Dahl býráðspolitikara úr Havn og Rúnu Sivertsen løgtingslimi úr Klaksvík.
Hansara egna
rokning
Í viðmerkingini sigur Katrin Dahl, at tað, sum Óli Breckmann sigur, má standa fyri hansara egnu rokning. Sjálv sigur hon, at hon metir eina neyðtøku verða eitt ófyrigeviligt brotsverk.
- Eg standi ikki inni fyri tí, sum ÓB sigur. Tað er hansara persónliga meining. Tí eftir stendur, at gentan hevur fingið sítt lív oyðilagt, og hon fer ongantíð at koma burturúr tí.
Umboðar
ikki flokkin
Spurd um tey innanhýsis í flokkinum hava kjakast um úttalilsið, sigur hon, at tey ikki hava havt nakran fund um málið, og at hon ikki fer at biða um nakran fund.
- Eg haldi, at ein og hvør eigur at sleppa at úttala seg sum hann vil. Men eg havi mína meining og ÓB hevur sína, og hana fari eg ikki at leggja meg út í.
Eisini sigur hon seg ikki meta hetta sum nakað politiskt mál sum so, tí hetta er hansara persónliga meining.
- Eg meti tað ikki sum eitt úttalilsi frá øllum flokkinum, men hansara persónligu meining. Og hann umboðar ikki mína meining her.
Ov lágt endurgjald
Annars er tað, sum harmar Katrina Dahl mest, at endurgjaldið til neyðtiknar kvinnur er so lítið.
- Tað, sum harmar meg mest er, at tað skal vera so bíligt at skamfera lívið hjá einari kvinnu. Hon fær 30.000,- kr í endurgjaldi, og hetta sigur nakað um, hvussu nógv verdar vit kvinnur eru. Eg haldi at tað er ein grov undirmeting av virðinum hjá eini kvinnu, sigur hon at enda í viðmerkingini.