Skal sjálvræði framhaldandi máast undan kommununum?

Eyðgunn Samuelsen
valevni Klaksvíkar býráð
heima.olivant.fo/~eydgunn
??????
Vanligt hevur verið seinastu árini, at løgtingi sam-tykkir broytingar, aloftast í samband við fíggjarlógina, ið skerjir inntøkurnar hjá kommununum. Samstundis hevur gongdin eisini verið tann at mál verða grýtt út til kommununar ið viðføra eykaútreiðslur.
Taka vit árini 2000-2004 so eru broytingar gjørdar sum fyri Klaksvíkar kommunu ein inntøkumiss á 10 milliónir krónur, enn um lógirnar vóru tær somu sum í 2000. Hetta merkir ein inntøkumiss á 40 milliónir í einum valskeiðið, júst helvtin av tí upphædd (80 milliónum) ið vit hava gjørt íløgur fyri hesi farnu 4 árini.

Gongdin heldur fram !
Tað sær ikki mætari út enn at henda samgongan ætlar at halda fram við at máa fíggjarliga støðið undan kommununum. Tann nógv umtalaði skattalættin viðførur at botnfrádrátturin skal hækkast við 2000 krónum hetta vil merkja ein inntøkumiss á 1,5 millión fyri Klaksvíkar kommunu. Ætlanin er eisini at samtykkja nýggja lóg um barnaforsorg ið inniber at kommununnar skulu fíggja hetta øki. Árliga útreiðslan til barnaforsorg í Klaksvík er 4 milliónir, hartil kemur at hetta er eitt øki við skjótt vaksandi útreiðslum ið ikki eru lættar at stýra. Kommununnar fáa loyvið at hækka skatin 0,9% fyri at fáa hesa meirútreiðslu innaftur og samstundis skal landið lækka skattin tilsvarandi. Hetta er bara ikki so einfalt sum tað ljóðar.

Sjálvræði fánar !
Heldur henda gongdin fram komandi árini so verður sjálvræði spakuliga máa undan okkum og alt tos um ræðið á egnum viðurskiftum verður uttan innihald. Ein áhugaverdur spurningur ið eg kundi hugsa mær at fingið svaraðan er, hvat sigur landsstýrismaðurin í innlendis- og kommunumálum ? er hetta í trá við politikkin hjá Fólkaflokk-inum mótvegis kommununum ? tað hevði verið gott at vita nú krossurin skal setast til býráðsvalið 9 november !
Gott val.