Islam og demokratisk virði

Viðmerking til Poul Guttesen

Í eini samrøðu útvarpinum í gjár millum Poul Guttesen og Bárð á Lakjuni um muslimska depilin segði Guttesen fleiri ferðir, at undirtøkan millum muslimar í Danmark fyri demokratiskum virðum verður størri, sum tíðin gongur. Altso at annað ella triðja ættarlið í størri mun tekur hesi virði til sín, enn fyrsta ættarlið. 

 

Hann segði, at kanningar vísa hetta. 

 

Eg kundi hugsað mær at vita, hvat hetta eru fyri kanningar. Tí eg havi sæð nógvar kanningar – og tær vísa beint ta øvuta: Teir radikalu islamistarnir í Danmark eru sjáldan tey, sum sjálv eru komin til Danmarkar. Tað eru teirra eftirkomarar – sum aldrin hava búð í muslimskum londum – sum eru mest radikalir. 

 

Radikaliseringin fer also fram í Danmark - ikki í Miðeystri! Í til dømis Svøríki og Bretlandi er sama søga. 

 

Hevði Poul Guttesen havt sett seg inn í hesar kanningarnar, hevði hann helst dugað betri at sæð, hvussu stórur vandin við islamisering er. 

 

Í viðmerkingunum til útvarpskjakið á facebook eru næstan 100 % ímóti einum muslimskum depli í Føroyum. Og tað er ikki so løgið. Fólk hava eygu og oyru. Tey ræðast, hvat tað kann føra til. Og tey vilja ikki, at Føroyar skulu brúkast til eitt eksperiment, sum er roynt og sum er miseydnað aðrastaðni. 

 

Tí tølini í Danmark eru heilt deprimerandi. Eitt er, at meirilutin av muslimum er ultra konservativur. Til dømis kunnu tveir av trimum muslimum ikki góðtaka eitt samkynt barn. 40 % vilja ikki góðtaka, at dóttir teirra giftir seg við einum ikki-muslimi. Og kvinnusýnið hjá nógvum er frá miðøldini. 

 

Men eisini tá tað kemur til demokratisku virðini stendur illa til. Umleið 20% siga seg vera til reiðar at bróta lógina fyri at fylgja síni muslimsku trúgv. Líka nógv vilja hava, at Koranin skal hava ávirkan á danska lóg. Triði hvør heldur, at álopið á Ísrael 7. oktobur kundi rættvísgerast. Bara fyri at nevna nøkur dømi. 

 

Hesi tøl eru fra kanningum, sum danskir miðlar hava latið gera. 

 

Og sum sagt: Annað ættarlið er meira víðgongt enn fyrsta ættarlið. 

 

Eg starvist dagliga saman við moderatum muslimum. Vit finna væl útav tí, og eg havi bara gott at bera teimum. Reint spirituelt islam er einki at ræðast. Men statistikkurin lýgur ikki. Fyri alt ov nógv er islam annað og meira enn spiritualitetur. Og tey víðgongdu rokna ikki tey moderatu sum ‘sannar muslimar’. 

 

Danski forsætisráðharrin má - fyri fyrstu ferð í søguni - krógva seg í egnum landi. Og tað er ikki minst fyri fólki, sum liggja aftanfyri henda statistikk. 

 

Jødar mugu - í Danmark sum aðrastaðni - hava serliga verju. Teir mugu verjast frá fólki, sum liggja aftanfyri henda statistikk. 

 

Upptøkurnar á viðhefta filmsbrotinum eru úr Keypmannahavn í fjør. Tær fyrru eru frá eini shiamuslimskari skrúðgongu (Ashura). Shiamuslimar eru ein lítil minniluti av donskum muslimum. Teir koma serliga úr Iran. Og tað er hugvekjandi at samanbera mótmælisgongur í shiamuslimska Iran, har fólk vága lívið fyri at venda sær ímóti islamismuni, við hesa í Keypmannahavn. 

 

Síðsta upptøkan er dømi um, hvussu víðgongdir muslimar markeraðu islam mótvegis teirri kristnu jólahátíðini. Júst her eru sera fá fólk - í øðrum førum vóru nógv fleiri. Slíkt hendi um alt Europa í fjør - summastaðni á rættiliga harðligan hátt.