Tá kappingarárið byrjaði vóru tað tríggir bátar, sum einamest kappaðust um fyrstaplássið í róðrinum hjá fimmmannaførum við dreingjum. Ritan, Sílið og Fípan Fagra. Ritan vann norðoyastevnuróðurin og á jóansøku, meðan Sílið vann á sundalagnum. Hesar tríggjar róðrarnar varð Fípan Fagra næstur á mál hvørjaferð, men síðani hava dreingirnir úr Klaksvík veruliga tikið dyk á seg og hava vunnið tríggjar róðrar á rað. Teir liggja sostatt undan Ólavsøku best fyri í kappingini um føroyameistaraheitið.
Á vestanstevnu kappaðust hesir tríggir bátarnir aftur um oddin í róðrinum. Ritan og Sílið byrjaðu betur enn Fípan Fagra, og eina løtu lá Sílið á odda. Fípan Fagra legði seg tó á odda, tá hálvur teinur var rógvin og fór fyrst um málið knappliga eitt sekund framman fyri Rituna. Teimum á baki komu so Ritan og Sílið.
Fípan Fagra er nú trý stig framman fyri kappingarneytarnar norðan úr Norðdepli og Hvannasundi. Tað vil siga, at Ritan skal vinna Ólavsøkuróðurin og Fípan Fagra skal gerast nummar trý fyri at missa føroyameistaraheitið. Tá verða norðoyabátarnir báðir javnir í stigum, og reglurnar siga, at báturin, sum vinnur Ólavsøkuróðurin vinnur føroyameistaraheitið, tá tveir bátar gerast javnir í stigum.
5 mannafør dreingir
1 Fípan Fagra 04:51.22
2 Ritan 04:52.02
3 Sílið 04:59.01
4 Blikur 05:00.06
5 Drekin 05:02.21
6 Tjaldrið 05:08.24
7 Dúgvan 05:24.20 1G
8 Tekla 05:26.15
Myndatxt:
Fyri triðju ferð á rað vunnu dreingirnir við Fípuni Føgru róðurin hjá fimmmannaførunum, og liggja teir sostatt best fyri at vinna føroyameistaraheitið
Myndarøð:
Onki er avgjørt í dreingjaróðrinum undan seinasta róðrinum á Ólavsøku, men Fípan Fagra skal bara halda seg framman fyri Rituna tann seinasta róðurin fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið










