Skaldsøga um familju, parlag og loyndarmál

"Gula hurðin" kallast nýggja skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson

 

Hetta er fjórða bókin, ið høvundurin letur úr hondum, og bókin snýr seg um ymiskt, ið fólk kunnu renna seg í, tá føtur verða settar undir egið borð, og parlagið verður gerandisdagur. Har er kærleiki, skemtingarsemi, álvari og tráanir, og spurnartekin verður sett við, hvussu haldgóður nýggi samleikin kann vera, um torgreidda og viðkvæma fortíðin verður skúgvað til viks. Einfaldar uppskriftir sum í kókibókini og bindibókini hjá høvuðspersónunum finnast ikki, og sum frá líður koma tvístøður óbodnar á gátt.

 

Bøkurnar higartil

Jón byrjaði av álvara at skriva prosaskaldskap fyri umleið tíggju árum síðan. Hann hevði tá leingi havt hug at skriva søgur, men umstøður høvdu ikki rættliga verið til tað. Hann hevði tó áður roynt seg við yrkingum og leikritum.

Tær fyrstu stuttsøgurnar komu í tíðarritini, Varðin og Vencil, og høvundurin er framvegis takksamur fyri, at ritstjórin á Varðanum, Agnar Jógvansson, og teir báðir Arnbjørn Dalsgarð og Oddfríður Rasmussen á Vencili, vóru opnir fyri samstarvi og vildu hýsa søgunum.

 

Eftir tileggjan frá fólki og prát við aðrar høvundar fór Jón so smátt at hugsa um at geva bók út í egnum navni, og tá hann hevði skrivað aðrar stuttsøgur og kannað útgávumarknaðin, gav hann í 2019 út fyrsta stuttsøgusavnið, ið ber heitið ”Søgur úr býnum”. Í hesum søgum eru einstaklingar fyri sterstøkum hendingum, ið órógva ella broyta gerandisdagin og í summum førum lívið sjálvt. Her leggur høvundurin seg serliga eftir at skapa hugløg, ið sampakka við støðurnar, sum persónarnir eru ella koma sær í.

 

- Eg avgjørdi at geva út á egnum forlagi, tí á tann hátt hevur mann størri ávirkan á útgávutilgondina. Eg hevði bæði tá og í sambandi við tær seinnu bøkurnar gott samstarv við fólkini, ið eg bað mær til ritstjórar og rættlesarar, sigur Jón.

”Søgur úr býnum” varð sum heild væl móttikin, og tað stimbraði hugin at skriva, og í 2021 kom seinna stuttsøgusavnið, ið eitur ”Hult og dult”. Hetta er ikki realistiskur skaldskapur sum ”Søgur úr býnum” við tað, at sagnir um tey fornesku og onnur pátrúgv eru ein aðaltáttur í ”Hult og dult”, og persónarnir eru einfaldari og hendingarnar ógvusligar og ótrúligar.

 

Tám verður umsett til týskt

Jón Thorsteinsson hevur tó altíð havt serligan tokka realismu og tess ymisku brigdi, millum annað í enskmæltum bókmentum, og nevnir serstakliga amerikonsku høvundarnar, John Steinbeck frá fyrru helvt av tjúgundu øld og Raymond Carver frá seinnu helvt. Søgurnar um pátrúgv vóru ikki meira enn komnar á marknaðin, tá Jón fekk hug at skriva ein longri, realistiskan tekst. 

 

- Eg hevði í nógv ár gingið við einum hugskoti um at skriva ein sjónleik um eina einliga mammu, ið flytur aftur til Føroya eftir at hava búð uttanlands í nógv ár, og eg gjørdi av at brúka hetta hugskotið til mína fyrstu skaldsøgu.

 

Rithøvundurin vísir á, at tað var upplagt, at eitt yvirskipað evni í bókini skuldi vera bústaðartrotið í Føroyum, sum hann hevði luttikið í almenna kjakinum um. Seinni komu rúsevnisbrotsgerðir aftrat, sum hitt stóra evnið.

 

- Tann beinleiðis orsøkin til, at eg tveir mánaðir eftir, at "Hult og dult" var komin út, fór undir at arbeiða við einari realistiskari skaldsøgu, var yvirskriftin á einum ummæli hjá Kinnu Poulsen. Hon var soljóðandi: ”Søgurnar eru í gerandisdegnum”. Ja, gerandisstríðið og endavendandi hendingar í lívinum hjá vanligum fólkum eru ein ótømandi kelda av tilfari, sum eg havi áhuga fyri.

 

Og høvundurin sigur víðari:

 

- Eg skuldi ein túr niður við Norrønu í august 2021, og umborð skrivaði eg dúgliga í mína lítlu, grønu lummabók, eftirsum Anja í skaldsøgnuni, sum kom at eita "Tám", flytur heim við Norrønu, greiðir Jón frá.

 

Jón er væl nøgdur við móttøkuna, ið "Tám" fekk. Hon hevur verið nógv seld og lænt á bókasøvnum, og hon hevur verið partur av undirvísingini á miðnámi. Seinni varð hon gjørdi til ljóðbók og innstillað til Lesaravirðislønina hjá bókasøvnunum, og í 2024 kom samstarv í lag millum Jón og týska umsetaran, Martin Schürholz, um at týða "Tám" til týskt.

 

- Hetta arbeiðið er at kalla liðugt, og nú verður handritið markaðarført til týsk forløg, sigur høvundurin.

 

Realisman í "Gulu hurðini"

Nýliga útkomna skaldsøgan eftir Jón Thorsteinsson, "Gula hurðin", er á mangan hátt øðrvísi enn tann undanfarna. Í Támi er í stóran mun talan um ítøkiliga ella ytri realismu og sosialrealismu, og millum annað á tí økinum víkir "Gula hurðin" frá "Támi". Hon er øðrvísi bygd upp við tað, at hon í beinleiðis afturlitum javnan flytur seg til farin tíðarskeið hjá tí eina høvuðspersóninum. Eisini melur hon ofta um tað, ið kann bylgjast innan í fólki, antin tað er úrslit av persónleika ella eldri og nýggjari hendingum, og hvussu tað fær persónarnar at bera seg at. "Gulu hurðin" er sostatt meira sálarfrøðilig realisma enn sosialrealisma.

 

Fakta:

Jón Thorsteinsson hevur undirvíst í enskum og leiklist á miðnámi. Tey seinnu árini hevur hann brúkt nógva tíð upp á skrivingina.  Hann hevur givið fýra bøkur út: ”Søgur úr býnum”, ”Hult og dult”, ”Tám” og ”Gula hurðin”.

 

##med2##