Sissal við í donskum sangleiki

Sissal verður við í sangleikinum Joyride.

Sissal Johanna Norðberg Niclasen er kend í Danmarl fyri sína luttøku í Eurovision, og seinni var hon við í sendingini Vild med dans.

 

Nú verður føroyska sangkvinnan við í sangleikinum Joyride, ið verður settur upp á Falkonerscenen í vár.

 

Tað er sjónleikarin Jacob Fauerby, ið ber hesi tíðindi á sínum facebook vanga, og hann hevur eisini býtt hetta, so at tað eisini sæst á facebook vanganum hjá Sissal.

 

Hann sigur seg sum Eurovisionfjeppara, fegnast stórliga um at standa á sama palli sum Annette Heick og Sissal Johanna Norðberg Niclasen.

 

 

 

.