Á høvuðsposthúsinum á Óðinshædd í Havn byrjar arbeiððsdagurin klokkan 04.00 um morgunin, og teir fyrstu bilførararnir møta hálvan tíma seinni. Tá posturin er klárur, verða búr við bræv og pakkaposti sett á tey ávísu støðini við tey nærmastu portrini, har sum bilarnir koyra út frá. Síðan verða bilarnir lessaðir og gjørdir klárir til postflutningin. Talan er um post til t.d. Vágar, Sandoynna, Skálafjørðin og til Klaksvíkar. Posturin til Suðuroynna fer um kvøldið. Klokkan 06.00 eru allir bilarnir farnir fult lessaðir avstað til tær ymisku ruturnar. Postbilarnir hava eina fastlagda rutu og fastar tíðir, tá teir skulu vera við tey ymisku posthúsini. Sum t.d. á Oyrabakka, har møta starvsfólkini kl. 6.45, og tá skal posturin longu vera har, so eingin bíðitíð verður eftir postbilinum, sum kemur úr Havn. Rutan inn á Skálafjørðin leggur fyrst at við posthúsið í Kollafirði, síðan á Oyrabakka, í Skálabotni verður posturin til Skála og Strendur avskipaður, síðan gongur leiðin til posthúsið í Saltangará, Norðragøtu, Fuglafirði og til Leirvíkar. Á øllum hesum posthúsum møta starvsfólkini til ásettu tíðina, tá postbilurin eigur at koma, og so verður farið í gongd við at skilja postin beinanvegin,og gera hann kláran til útberingina. Seinnapartin er aftur ein ruta inn á Skálfjørðin. Á hesi rutuni kemur postur úr allari Eysturoynni, Klaksvík og Sundalagnum til Havnar til at verða sorteraður av kvøldvaktini, sum fer til hús umleið kl.22.00, tá allur posturin er sorteraður og klárur at senda avstað aftur morgunin eftir. Umframt skipspostin, koma dagliga eini tvey tons av posti sum flogpostur. Fyri at postboðini í teimum ymisku bygdunum og landpostboðini, skulu kunna bera postin út til tiðina, er tað neyðugt at starvsfólkini á høvuðsposthúsinum byrja tíðliga, og at postbilarnir halda tær ásettu tíðirnar. Postverkið eigur tilsamans 52 størri og smærri postbilar og 30 postknallertir. Sverri Viderø er deildarleiðari á flutningsdeildini hjá Postverk Føroya.









