Svimjing
Unglingameistarakappingin í svimjing varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið. Sum vera man, so var spenningurin undan hesari stórur, og eftirfylgjandi var hugagóða staðfestingin, at tað í løtuni tykist ganga framá við rúkandi ferð innan svimjingina hjá yngru svimjarunum.
Ikki færri enn níggju bólkamet vórðu hesaferð sett, og tó at talan tykist vera um framgongd yvir ein breiðan kamb, so slepst ikki undan at nevna nakrar av einstaklingunum, sum gjørdu um seg.
Serstakliga var tað Elspa Mørkøre, sum tók lut í 16 av kappingunum á stevnuni. Og eisini vann tær 16! Men eisini onnur gjørdust nógv um seg. Pauli Øssurson Mohr setti eins og Elspa trý bólkamet, og Lisbeth L. Joensen tók sær av ikki færri enn 13 kappingum.
Eisini vóru nakrir svimjarar, sum ognaðu sær silvur- og bronsunálir. Hesi vóru Haraldur Eið úr Skeggjum og Christian S. Nielsen úr TS, sum fingu silvur. Guðrun H. Jacobsen úr HS, Rebekka Larsen úr Skeggjum og Vivian Müller úr VS fingu bronsu.
Landsliðshópurin
Ein av áskoðarunum til kappingina var sjávlandi landsliðsvenjarin, Petur heðin á Fløttu, og hann hevði eisini formlig ørindi á stevnuni.
12 svimjarar skuldu takast út til kapping, har føroyskir svimjarar skulu kapapst við svimjarar úr Hetlandi og Orkney-oyggjunum. Kappingin, sum talan er um, verður hildin í Havn 2. juni, og eru tey 12 føroysku umboðini tá hesi: Hanus Eysturdal HS - Jákup Øssursson Mohr FS - Kári á Høvdanum Skeggjar - Pauli Øssursson Mohr FS - Joan Símun Edmundsson Flot - Petur McIntosh HS - Nathalia Reinhardt Ægir - Elida Bjarnadóttir HS - Eyðbjørg Petersen Skeggjar - Elspa Mørkøre Skeggjar - Kirstin S. Rasmussen Skeggjar - Maria Vang TS.
Endaliga heiðursmerkjabýtið í kappingini gjørdist annars hetta:
Samlaða úrslitið av kappingini gjørdist:
GullSilvurBronsa
HS303314
Skeggjar231214
FS2233
Flot181513
TS10248
Ægir7414
VS0210









