BBR Service nýggjan virkisbygning

Leygardagin 9. juni var móttøka í nýggja virkisbygninginum hjá P/f BBR Service á Lambareiði. BBR Service, sum er ein bilverkstaður og bilaleigufyritøka, hevur hildið til við Løkin í Runavík síðan 1996

Á økinum, har sum grótbrotið á Lambareiði fyrr helt til, var móttøka í nýggja stásiliga virkisbygninginum hjá bilafyritøkuni P/f BBR Service seinasta leygardag. Hóast nógv fólk vóru til móttøkuna, sóust tey næstan ikki aftur inni í stóra bygninginum.


BBR Service keypti eitt umleið 3.000 fermetrar stórt grundøki og hevur latið bygt ein bygning til virksemið hjá fyritøkuni, sum í høvuðsheitum umfatar bilaumvælingar og leigubilar. Gólvvíddin á sjálvum bygninginum er 500 fermetar, umframt eitt loft sum er umleið 100 fermetrar.


Bilverkstaðurin er ein stór høll við fleiri portrum til bæði persónbilar og størri akfør.

Annars eru kantina, skrivstovur, wc við brúsu og ein framsýningarhøll. Byggivirkið KBH Sp/f á Toftum hevur verið høvuðsarbeiðstakari í sambandi við byggingina.


BBR Service bleiv stovnað í juli 1996. Stovnarar vóru Birgir Samuelsen, Bogi Rasmussen og Rógvi Rasmussen hvørs forbókstavir mynda navnið BBR.


Fyritøkan hevur nýggjastu og mest framkomnu útgerð til umvæling av bilum, sum til dømis testara til øll bilmerkir, bremsutestara, bluetooth sporitól og maskinur til dekkskift og avbalansering. BBR Service hevur eisini nógvar leigubilar, bæði vanligar persónbilar, bilar til sjey persónar og vøruvognar.


Fyritøkan var komin á eitt vegamót. Um vit skuldu halda áfram við virksemi okkara, varð neyðugt við betri umstøðum og størri hølum. Vit hava kundar úr allari Eysturoynni og aðrastaðni frá við. Eisini hava vit merkt, at koyrandi er úr Klaksvík.


Vit leggja stóran dent á at veita eina sera góða tænastu til viðskiftafólk okkara, bæði tá um dekksølu, umvæling av bilum, ella bilaleigu ræður. Vit hava altíð bestu útgerðina og halda okkum dagførdar við tí seinasta nýggja á marknaðinum. Ein bilverkstaður krevur nógv, serliga á tí tøkniliga økinum, sigur Bogi Rasmussen, stjóri á BBR Service, sum leggur afturat at stóri virkisbygningurin gevur møguleika fyri nýggjum tænastum.



1.

Bogi Rasmussen í nýggju framsýningarhølunum.