Klaksvík:
Anfinn Kallsberg, løgmaður, er ársins neyðrakett 2003. Hann fekk 739 av teimum tilsamans 1699 atkvøðunum. Hann fekk rakettina handaða á Norðoya Kunningarstovu næstseinasta dagin í árinum.
Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, segði at undirtøkan var tann størsta í ár til hesa kappingina.
Kappingin stóð serliga millum løgmann og formannin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Men Anfinn hevði tó munin allatíðina. Og við góðum 37 % av atkvøðunum, varð hann kosin at vera ársins neyðrakett.
Sum vant
Anfinn Kallsberg, løgmaður tók smílandi móti neyðrakettini og einari tekning, sum baksíðuteknarin hjá Dimmalætting hevur teknað.
? Henda atkvøðugreiðslan hevur víst seg ikki at víkja frá øðrum, har eg vanliga eisini havi ligið millum 36 og 48 % av atkvøðunum, so hetta er ikki meira enn vanligt, segði ein vælhýrdur løgmaður. Og so segði hann, at hann vónaði, at hetta talið eisini fór at liggja um tað sama aftaná løgtingsvalið, sum verður um tríggjar vikur.
? Har fái eg veruliga nyttuna av tí, segði Anfinn.
Jóannes Eidesgaard fekk 619 atkvøður, Páll á Reynatúgvu 216, Óli Breckman 208, Lasse Klein 114 og Jørgen Niclasen 25 atkvøður.
Hetta kann vera tekin uppá, at tað serliga eru viðurskifti, sum eru feskast í minninum hjá fólki, sum gera av, hvønn tey kjósa sum ársins neyðrakett.
Ingi Samuelsen legði dent á, at Dimmalætting hevði gjørt av, áðrenn nýval varð útskrivað og áðrenn ein viss gul bók kom út, at løgmaður skuldi vera í uppskoti sum ársins neyðrakett. Men hann vísti tó ikki aftur, at ivaleyst eru tað hendingarnar í seinastuni, sum hava gjørt sítt til, at Anfinn var tann, sum fekk nógv tær flestu atkvøðurnar.
Myndatxt:
Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, handaði Anfinni Kallsberg neyðrakettina, eina tekning og bunkan av atkvøðunum á Norðoya Kunningarstovu týsmorgunin










