Pauli hevur skotið fyrstu málini í bestu donsku hondbóltsdeildini

TMS Ringsted mátti lúta fyri liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen

Mynd: HSF

Liðið hjá Paula Rasmussen (myndin) og Jákupi Egholm, TMS Ringsted spældi í kvøld dyst á útivølli móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus. Talan var um dyst í fyrsta leikumfarinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg-Aarhus vann dystin 40-34. Í steðginum vóru Jóhan og liðfelagarnir á odda 20-16.

 

Jóhan skoraði seks mál fyri heimaliðið. Pauli skoraði síni fyrstu fýra mál í bestu donsku hondbóltsdeildini, og hann legði eisini upp til eitt mál hjá Ringsted. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 hava Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á heimavølli móti Bjerringbro/Silkeborg.

 

 

 

 

 

Mynd: HSF