álvarsmálið í føroyskum politikki, og als ikki nakað, sum fær ein at bresta í látur. Loysingin er álvarslig fyri føroya fólk, og hevur verið tað alla seinastu øldina, og er tað ikki minni í dag. Tað snýr [...] in vil vera við til eina nýðskipan og nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta hevur verið, og er sambandsfloksins politikkur. At ein viðmerking í bløðunum skal fáa negativt árin á politiska [...] snýr seg um einki minni enn lívsgrundarlagið hjá føroyingum her heima og rættindi føroyinga í ríkis- og altjóðahøpi. Leiðirnar í politikki hava verið tvær at gingið ? Sambandsleiðin ella loysing. Alla tíðina
landsstýriskvinna í Almanna- og Heilsumálum meira enn helmingin av játtanini á fíggjarlógini, samstundis sum umboðar minsta flokkin í samgonguni í landsstýrinum. Hetta kennir hon sum eitt sórt álit og eina stóra [...] ávirkan á, at nakað hendir. Hetta er avgerandi í føroyskum politikki. Vit skulu ikki læsa okkum í dagfestingar og smálutir, eins og aðrir flokkar gera, til dømis í fullveldismálinum, sigur formaður Sjálvst [...] at limirnir í Sjálvstýrisflokkinum høvdu tvey góð valevni at velja ímillum. Bæði Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø høvdu frammanundan valinum roknað við at vunnið. Eftir valið í Sjálvstýrisflokkin
treytaleyst fær undirtøku í Fólkatinginum. Sambært ætlanini skulu Føroyar fáa blokkstuðul fram til 2012, tá ið atkvøðast skal um loysingina, og hetta fellur ikki í góða jørð í Danmark. Donsku politikkararnir [...] størst innlit í viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, Frederik Harhoff, ávarar nú beinleiðis donsku politikkararnar ímóti at vraka sjálvstýrisætlanina hjá landsstýrinum. Serfrøðingurin í fólkarætti heldur [...] sinnað at lata. - Tað ber ikki til at bestilla blokkstuðul í so og so nógv ár úr Danmark. Hava føroyingar ráð til at leggja eina hálva milliard krónur í ein grunn, so skulu teir ikki hava pengarnar, sigur Pia
bara at vísa á, at ein er stórur og hevur havt oljuhavn í Esbjerg. Best hevði verið, um Tvøroyri var gingið saman við restini av oynni og samst um, hvar ein ídnaðarhavn og ein samferðsluhavn skuldi ligið [...] skjótt og vera so stórt, at tað rúmaði teimum mongu bilunum og fólkunum um vikuskiftið. Bara at nevna aðrar loysnir, var sum at vísa hundi brand. At politikkur, partapolitikkur, er vavdur inn í øll mál [...] oljuhavnin ikki var løgd á Tvøroyri eru góðar grundir og stundir til at hgusa seg um og íta av nýggjum. Óivað var tað skilagott, at Tvøroyri var við í oljuhavnakappingini, men tíverri rakk hon ikki á mál
um í einum lítlum oyggjalandi, serliga tá hugsað verður, at einki stendur í stað í heiminum í dag, og altjóðagerðin er ein sannroynd. Teir hava sett sær fyri »?at hugsa av nýggjum um møguleikar« og sleppa [...] skil í búskapinum. Er tað nokk? Økt skil í umsitingini av pengum og tilfeingi er neyvan nokk. Skulu vit klára okkum frameftir, so má vøksturin í kappingarføri og virðisskapan vera hin sami, sum í londunum [...] ingurin, Martin Paldam, hevði á ráðsstevnuni Microstates í Føroyum í 1999. Framløgan var áhugaverd í nógvum, men til grund leggur Paldam, at í búskapi eru smá lond illa fyri. Hann tosar um smálandavansan
hent, er einki minni enn landaskomm og tað er ómetaliga óheppið fyri trúvirðið í fullvedisætlanini. ? Eg ivist ikki í, at sampanjupropparnir raka loftið í Christiansborg í hesum døgum, tí nú hava teir vunnið [...] eitt nú um dagsetingar, og annað, eru vit til reiðar at viðgerða tað í tinginum. Tað merkir, at tjóðveldisflokkurin er til reiðar at halda fólkaatkvøðuna seinni í ár, eins og sjálvstýrisflokkurin hevur [...] Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, og formaður tjóðveldisfloksins, sigur, at tí vil tjóðveldisflokkurin hava uppskotini um fólkaatkvøðu verður borið niðan í tingið. Men hann ásannar, at sum
til Rusland. Ein svenskur minniluti í øðrum landi eins og svenskir minniluti á vesturstrondini í sjálvum Finlandi og í høvuðsstaðnum, Helsinki, har teir helst eru í meiriluta. Egin búskaparlig menning [...] borgarar í londunum, teir búgva í, krevja ikki egið landaøki at ráða sjálvir yvir. Málið er ikki europeist. Teir duga málið í landinum, teir búgva í. Luttaka lítið og onki sjálvir í búskaparligu menningini [...] er stríðið í Irlandi fyri sjálvræði Í hini øld og inn í hesa. Írar fingu eitt slag av heimastýri fyrst. Home Rule. Tað er helst har uppskotið um føroyskt heimastýri stavar, men teir loystu í 1921. Er s
hitta Hjørdis á máli. Árini eru har, og hon ber tey við spekt og sóma. Hon gleðist dagliga yvir at hava børn og barnabørn í grannalagnum, meðan onnur børn og barnabørn eru í øðrum heimspørtum. Vit eru mong [...] kókikona til brúdleyp og onnur hátíðarhald. Mitt í 60-árunum heitti Inge Bonnevie, ið var álitiskona hjá donsku andveikraverndini í Føroyum, á Hjørdis um at vera medhjálp. Tær vitjaðu øll heim í landinum, har [...] menningartarnaðu í Føroyum og harnæst at virka fyri at fáa tey stórthundrað, ið búðu á stovni í Danmark, heimaftur. Ein umsiting lat upp á Tinghúsvegnum, har Hjørdis gjørdist skrivari. Hetta var góð og hendingarík
ábyrgdarfullur politikkur framhaldandi royna at fasthalda kvinnunum í húsmóðirrolluni og koma við uppskotum, sum í veruleikanum eru royndir at halda teimum heima og burtur frá útbúgvingum og arbeiðsmarknaði [...] skal viðgerast fyri seg. Eisini kona og maður í hjúnalagi eru tvey sjálvstøðug fólk og ongin haldgóð orsøk er at viðgera tey øðrvísi enn aðrar borgarar í landinum, og at samanlíkna inntøkuna hjá tveimum [...] konan skatt av hesum pengum eftir einum bíligari taksti, og familjan hevur meiri eftir aftaná skatt, og trivnaðurin í familjuni økist, verður sagt í viðmerkingunum. Hví skal gerast hesin mismunur á borgarunum
góðum og skipaðum umstøðum, og tað í sær sjálvum var nokk til at vit fóru við. Í undankappingini í Miðvági løgdu áhoyrarar og dómarar til merkis, at 200 spældu sera væl saman. Men av tí at limirnir í bólkinum [...] einfalt fyri at sleppa at spæla í Føroyum. Við tí tónleiki, sum vit spæla, er tað eingin sum tímir at biðja okkum, og enn minni at gjalda okkum, fyri at spæla í hallum og sovorðnum. Prix er eitt gott tiltak [...] Man hevur ikki hoyrt nakað til 200 í langa tíð, og knappliga stinga tit so høvdið upp í Miðvági. Hvar hava tit verið? ? Vit hava ikki verið nakrastaði, og 200 hevur allatíðna verið har. Vit hava bara ikki