Mannbjørn J. Jacobsen
Tá fólkaatkvøðan í 1946, sum vísti meiriluta fyri loysing, ikki varð sett í verk, men uppskotið, ið fall, bendist øll menning í Føroyum inn á eina aðra kós enn hon annars hevði.
Hetta ger at løgnar samanberingar kunnu gerast við eitt framkomið land. Men hjálandajkenda støða okkara gera hesar møguligar.
Tórstein Petersen segði í 1946, at tað var ?ein ólukka fyri Føroyar?, at myrkar kreftir í Føroyum saman við dønum tóku stig til at gera atkvøðuna ógilduga.
Skandinavisk økir
Grønland
Hefta støða okkara at Danmørk ger, at vit samanberast við Grønland í dag. Men Grønlandi er ikki framkomið europeist land, samleikatrupuleiki teirra er ikki seinka málmenning, men byrjunarstigið fyri búskaparmenning. Ongin atkvøða hevur verið í Grønlandi um teirra statsrættarsligu støðu.
Eiga at samanberast við Noregi og Ísland
Í søguligum týdningi er rætta samanberingin Noregi og Ísland. Men bæði londini eru óheft í dag, ikki Føroyar. Tí ber ikki til.
Føroyingar hava atkvøtt seg til loysing, ikki Noreg, men framhildu við sambandi.
Íslands setti atkvøðu við meiriluta fyri loysing í verk.
Áland
Nýtt er at samanbera Føroyar við støðuna hjá Álandi. Hetta er skeivt, og helst óvinarligt.
Áland er ikki egin tjóð. Tað eru sviar, sum eru endaðir innanfyri finskt mark, tá Finland fór til Rusland. Ein svenskur minniluti í øðrum landi eins og svenskir minniluti á vesturstrondini í sjálvum Finlandi og í høvuðsstaðnum, Helsinki, har teir helst eru í meiriluta. Egin búskaparlig menning er ikki. Ongin samanbering er her, uttan, at fólkið eins og sviar í Sviaríki er framkomið skandinavist fólk.
Royndir eru at fáa serstøðu fyri Áland, egnu umboðan. Hetta eru møguliga royndir, sum miðja ímóti at koma aftur til heimlandið. Ongar føroyskar loysingarroyndir miðja móti at vit gerast lutur í øðrum landi. Onki annað land hevur okkara tjóðareykennir heldur.
Samisk økir
Røddir eru frammi, sum tykjast at samanbera okkum við støðuna hjá samun í Norðurnoreg, Sviaríki og Finlandi. Her er í veruleikanum ongin samanbering at brúka.
Fólkið her er í høvuðsheitinum blandingsfólk av upprunafólki og fólkunum, teir búgva í landinum hjá. Teir hava egið mál, men onki ávíst øki Teir eru borgarar í londunum, teir búgva í, krevja ikki egið landaøki at ráða sjálvir yvir. Málið er ikki europeist. Teir duga málið í landinum, teir búgva í. Luttaka lítið og onki sjálvir í búskaparligu menningini á bústaðarøkjunum í egnu londum.
Høvuðsvinnuvegur teirra er lítið framkomið reinsdjórahald. Tí búgva fá yvir størt øki. Ongin samanbering er við okkara hátekniska fiskiflota, sum fyriuttan at veiða á egna øki, eisini veiður í øðrum londum eftir avtalu.
Aðri europeisk økir
Baskaralandið
Ein møguleiki at samanbera er støðan í Baskaralandinum.
Tað liggur báðu megin spanska, fronska markið. Fólkið hevur egið mál, frumeuropeiskt, einasta dømi um tað í Europu, dugur spanskt, franskt fronsku megin markið, sum er høvuðsmál. Landsluturin er mest framkomni í Spania, men er partur av spanska búskapinum, ikki egin menning.
Landið er natúrligur partur av Spaniu, fronsku megin av Fraklandi, ikki Føroyar av Danmark. Vit eru heldur ikki samantvinnaðir við danskan búskap, uttan gjøgnum peningayvirføring á statsstøði uttan mótsvar. Ikki so í Baskaralandinum.
Politiskir flokkar eru, sum krevja loysing. Harðskapur hevur verið lutur av hesum stríði longi sponsku megin markið.
Her er neyvan gott samanberingargrundarlag.
Bretska økið
Hetland
Onkur vildi hildið at samanbering við Hettland er.
Hettland var norskt útland, var fólkað av norskum víkingum, sum rak upprunafólk burtur. Men teir hava ikki varveitt norðurlendska málið, uttan nøkur fá orð avbrongla til enska úttalu, norse, enskt við hesum orðum, sum nøkur tosa. Restin tosar vanligt enskt. Egið flagg er. Gamalt ting er í Skotlandi, sum umfevnur Hettland.
Landið er partur av Skotlandi. Sjálvræðiskrøv eru ikki frammi. Bara partur av fólkinum er frá norsku búsetingini. Hin eru skotskir innflytarir.
Egin búskaparlig menning er ikki.
Her er í veruleikanum ongin samanbering.
Bretskar smáoyggjar
Onkur heldur at samanbering er við oyggjar um Skotland og Ongland.
Hesar eru fólkaðar av norskum víkingum, sum hava rikið upprunafólk burtur. Men mál teirra er fyri langt síðani deytt. Fólk har tosar enskt. Meginparturin av fólkinum, har býr í dag, eru innflytarar frá Onglandi og Skotlandi. Teir hava egin parlamentir. Tí líkist. Men tey eru bara ráðgevandi. Til samanberingar er eisini ráðgevandi parlament í Skotlandi og Wales. Ongin sjálvstøðug búskaparlig menning er og sjálvræðiskrøv eru ikki frammi.
Samabering er neyvan vælviljað.
Gibraltar
Onkur hevur hug at samanbera okkara støðu við tí hjá Gibraltar. Men Giraltar verður beinleiðis stýrt frá London, eins og krúnhjálandi Hong Kong. Alt fólkið er bretskt, uttan spanskir atrbeiðsmenn við tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi. Tað er nátúrligur partur av Spaniu.
Stríðið um Írland
Eitt kundi verið at samanborið við, sum ongantíð er frammi. Tað er stríðið í Irlandi fyri sjálvræði Í hini øld og inn í hesa. Írar fingu eitt slag av heimastýri fyrst. Home Rule. Tað er helst har uppskotið um føroyskt heimastýri stavar, men teir loystu í 1921. Er sjálvstøðugur statur síðani, ikki limur í Commonbwealth.
Her er í veruleikanum ongin samanbering av týdningi.
Írland var uniónspartur í Sameinda kongaríkinum, ikki partur av Onglandi. Teir høvdu egið flag, sum eisini var partur av bretska flagginum, er tað enn. Teir høvdu egnar herdeildir og løgreglu undir uniónini. Flestu tosa enskt, fá egið upprunamál, sum tó saman við enskum er almennt mál í landinum.
Stríðið um málið var av somu orsøk ikki so frammaliga. Politisku leiðarinir tosaðu enskt og skrivaðu enskt.
Flestu eru katolikkar.
Umframt vanligt stríð fyri sjálvræði, var stríðið trúarligt, um ymiskar trúarlærur, ikki í Føroyum. Helst er stríðið eisini millum tvey ov ymisk fólk. Írar eru í størri mun uppruna bretskt fólk en ongilsmenn.
Neyvan ger líknandi seg so nógv galdandi í Føroyum.
Stríðið um Norðurírland
Stríðið um Írland er framvegis í Norðurírlandi av somu orsøkum. Hesin landslutur var verandi eftir, tá Irland gjørdist fræls tjóð, tí at protestantarnir, sum vóru enskir innflytarir, vóru í meiriluta her.
Landsluturin hevur síðani síðst í 1970 árunum verið undir bretskum hernaðarstýri.
Katolikkarnir, sum er fátákari parturin fólkinum og um at gerast meiriluta, ynskja at gerast partur av írska lýðveldinum. Harðskapur er síðani síst í fimtiárunum partur av stríðnum.
Neyvan samanber nakar okkara støðu við støðuna í Norðurírlandi.
Ynskja limaskap í EU
Eitt løgið er at flestu av hesum økjum síggja limaskap í EU sum borgan fyri búskaparligum framburði og sjálvstøðu frá statinum, tey eru heft til.
Her gera partar av europahugsanini seg galdandi, sum eru minni kendar. Eitt Europa av landslutum, tjóðskaparligum minnilutum, sum miðja ímóti at vinna yvir ymisku landastøddini í Europu, sum gevur stórum londum ov stórt vald.
Hesi økir hava ikki egna tilfongi at verja, stórur stuðul kann væntast. Munurin millum suður og norð í Europu ger seg enn galdandi. Tey vóna at togast norðuryvir.
Tjóðir uttanfyri egna landamark
Ein trupuleiki, sum førdi til annan Heimsbardaga, at tjóðir halda fram inn á øki hjá grannanum, er nógv minni í dag. Mørkini samsvara betur tjóðunum. Tó eru enn til dømis týskarar, sum búgva í Italia, týroltýskarar, turkar í Bulgariu.
Í fyrrverandi Jugoslavia eru tjóðir og trúgv innanfyri sjálvstøðugan landslutapart hjá granna. Hetta er gjørt í kommunistisku tíðini, helst fyri at sjóða saman. Tá stýrið fall skapti hetta møguleika fyri støðugum kríggi.
?Silkiteppið?
Í fyrrverandi sovjetiska økinum er eisini tjóðskaparkríggj í dag. Hetta eru fyrrverandi tjóðir á markinum til islamiska heimin. Flestu ikki islamiskar. Eins og í Jugoslaviu er neyvan tjóðskaparkríggj í týdninginum, at fólk ikki vil kennast við seg sjálvan, samleika trupuleikar. Í Jugoslaviu er stríð um markið fyri EU limaskapi, sum hesi ynskja at gerast limir í, har EU ynskir ar seta markið, har gamla eysturríkska keisaradømið endaði.
Á markinum til islamiska heimin
Í sovjetiska økinum er tað lond, ið vilja gerast fræls, aðri at gerast partur av fundamentala arabiska heiminum.
Onki av hesum økjum eru serliga væl egnað at samanbera við okkara. Nógvir russar eru trongdir inn á fundamental øki í sovjettíðini, eru samgift við staðfólkið. Men hetta er politikkur í sovjettíðini, at toga ikki europeisk fólk fram á henda hátt.
Í baltisku londunum er russisk tilflyting longu frá gamlari tíð.
Egið land
Skullu vit koma uttanum at samanberast við íviðkomandi lond, mugu vit fáa egið landaøkið, sum vit ráða yvir. Hetta gerst bara við at seta loysingina í verk.









