200: Alternativur fullveldisrockur

»Vit eru vit, vit eru 200, og vit brúka kjaft«. Soleiðis ljóðar tað tá 200 er á pallinum. Bólkurin, sum vil vera við, at hann millum annað er inspireraður av Elvis og Jóhan í Kollafirði, ætlar at brúka sína framførslu til at spráka fyri føroyskum fullveldi fyri at fáa fólk at vakna og taka støðu til tað, sum er hjartamál nummar eitt hjá teimum fýra tónleikarunum í bólkinum. Vit hava hitt Niels Arge Galán, sum spælir gittar og stendur fyri teimum verbalu innsløgunum hjá 200.

 

Man hevur ikki hoyrt nakað til 200 í langa tíð, og knappliga stinga tit so høvdið upp í Miðvági. Hvar hava tit verið?

? Vit hava ikki verið nakrastaði, og 200 hevur allatíðna verið har. Vit hava bara ikki brúkt tað so nógv. 200 er eitt svorðið »ting«, sum vit taka fram av og á, og nú tá Prix Føroyar skuldi vera aftur, møttust vit til eina royndarvenjing fyri at tryggja okkum at vit enn vóru 200, og at vit enn høvdu nakað sum var kul.

Hví koma tit fram aftur júst nú?

? Grundin til at vit teknaðu okkum til Prix Føroyar var heilt einfalt fyri at sleppa at spæla í Føroyum. Við tí tónleiki, sum vit spæla, er tað eingin sum tímir at biðja okkum, og enn minni at gjalda okkum, fyri at spæla í hallum og sovorðnum. Prix er eitt gott tiltak fyri okkum, tí har vit sleppa at spæla undir rímiliga góðum og skipaðum umstøðum, og tað í sær sjálvum var nokk til at vit fóru við.

Í undankappingini í Miðvági løgdu áhoyrarar og dómarar til merkis, at 200 spældu sera væl saman. Men av tí at limirnir í bólkinum búgva í hvør sínum horni av kongaríkinum, vandu teir fýra tónleikararnir bara saman í fýra dagar áðrenn kappingina, harav nýggi limurin, Búi Dam, bert var við tann eina dagin.

Nýtist tykkum als ikki at venja?

- 200 hevur verið til síðan 1996. Eg og Uni Árting hava spælt saman síðan vit vóru fimtan ár, og vit hava báðir spælt nógv saman við Mikael Blak. Búi Dam hevur altíð spælt handan tónleikastílin og Búi og Mikael hava altíð spælt saman. So vit passa saman og eru rættiliga samdir um hvat tað er fyri tónleik, vit spæla. So tí er tað er ongantíð tann stóri trupulleikin at fáa tað at svinga hjá okkum.

Undan finaluni hevur 200 sett tríggjar dagar av til venjingar.

Gestatónleikarar skal man ikki vænta at síggja saman við 200.

? Eg haldi at tað er eitt sindur fjákut at gera ov nógv hóvasták burturúr framførsluni við at hava blásarar, dansarar og hvat veit eg við á pallinum. Vit fara bara at vera vit.

Men tá tað er sagt, so høvdu 200 einki minni enn eina sexslavu við á pallinum í undakappingini í Miðvági. Gimpurin, sum teir kalla hann, vakti tá rættiliga stóran áhuga millum áhoyrararnar.

Kemur Gimpurin við aftur?

? Tað kemur sanniliga an uppá hvussu hann skikkar sær. Í Miðvági var avtalan, at hann skuldi sita pinnastillur, men undir konsertini byrjaði hann at reika runt á pallinum og var ógvuliga óskikkiligur. Men jú, tað er ikki ómøguligt, at hann verður við aftur.

Hví heldur tú at tit komu víðari til finaluna?

? Tað veit eg heilt erligt ikki. Eg helt at vit brúktu so nógvan kjaft, at vit ongan møguleika høvdu at koma víðari. Men vit høvdu eitt gott kvøld, og alt riggaði sum tað skuldi. Men eg væntaði ikki, at okkara tónleikur hevði nakran møguleika. Vit hugsaðu ongantíð um at vit skuldu gleða nakrar dómarar ella uppfylla tey kriterieni, sum dómararnir vórðu settir at døma eftir. Vit spældu bara beint fram eftir nøsini. So tað kom sera óvæntað, at vit skuldu fella í so góða jørð.

Politikkur, ella neyvari sagt føroyskt fullveldi, fyllir nógv í tykkara framførslu. Hvat ætla tit upnáa við tí?

? Vit gera ikki annað enn flestu aðrir tónleikarar - vit syngja og skriva um tað, sum vit uppliva í gerandisdegnum, um tað, sum rørir seg innaní okkum. Í roynd og veru er tað ikki so nógv øðrvísi enn tey, sum syngja um kærleika. Vit eru allir fullveldismenn um ein háls og tað er nakað, sum fyllir okkara lív hvønn dag. Við tónleikinum vóna vit at fáa fólk at vakna. At fáa tey ungu at gera sær eina meining um føroyskt fullveldi.

Hvør vinnur Prix Føroyar 2001?

? Tað vera so ikki vit. Tað er útilokað. Eg vóni at tað verður Clickhaze. Tann bólkurin er heilt serligur og eg vænti at tað er eitt gott boð. Eg trúgvi í hvussu er at okkurt av festivalumboðunum á finaluni fær eyguni upp fyri teimum. Annars er Tangz eisini blivin ein góður bólkur, so teir hava eisini ein kjans.

? Eg haldi tó at man kann siga, at vit longu hava vunnið við at vera komnir í finaluna. Tað er feitt at vera í Prix finaluni, tí hon hevur eftir hondini ment seg so nógv, at bara tað at sleppa at spæla á henni er ein stórur vinningur í sær sjálvum, sigur Niels Arge Galán, sum saman við restini av 200 ætlar at brúka kjaft og larma sum tað nú einaferð passar teimum, tá teir fara á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.