Serlig skattalóg fyri giftar menn

Fastlæsing av kvinnuni sum húsmóðir uttan inntøku

 

Vegna Javnstøðunevndina,

Turið Debes Hentze, fork.



Vit eiga at hava serligar skattareglur fyri giftar menn, halda summir politikkarar. Ella fyri hjún, sum tað eitur. Nú skal gifti maðurin kunna flyta umleið 140.000 kr. av inntøku síni yvir á konuna, sum so rindar skatt av hesum pengum, sum vóru teir hennara. Soleiðis sleppur maðurin, sum er giftur við konu við lítlari ellar ongari inntøku undan at gjalda skatt av tí skattliga dýrara toppinum av inntøku sínari - sum annars øll onnur gera. Ístaðin rindar konan skatt av hesum pengum eftir einum bíligari taksti, og familjan hevur meiri eftir aftaná skatt, og trivnaðurin í familjuni økist, verður sagt í viðmerkingunum.

Hví skal gerast hesin mismunur á borgarunum. Hví skulu øll onnur, støk, einsamallir forsyrgjarar og ógift samlivandi skattliga revsast, tí tey eru ikki gift?!

Og hví skal gifta kvinnan nú aftur brúkast í samband við skattaálikningina av manninum? Gifta kvinnan, sum umsíðir er viðurkend skattliga ájavnt við onnur og nú rindar skatt av egnari inntøku og eigur egnar ognir? Hví skal hon nú aftur til at laga seg eftir inntøkuviðurskiftunum hjá manninum, og hugsa seg um einaferð eyka, hvørja ferð hon ætlar sær út at forvinna sær pengar, tí ?kanska loysir tað seg ikki??

Hvør er grundgevingin fyri hesum løgna uppskoti? Er tað heilt einfalt eitt ynski um at sleppa lættari undan progressiónini á skattastiganum samantvinnað við eini ímynd um at varðveita tað skjótt farandi familjumynstri við tí útiarbeiðandi manninum og tí heimaarbeiðandi húsmóðirini? Vit kunnu bert gita, tí grundgevingin er ógreið. Uppskotið elvir til fleiri spurningar, enn tað svarar.

Bert eitt ynski um lægri skatt kann illa vera grundgeving fyri hesum uppskoti, sum ger slíkan mismun á fólkum. Grundgevingin kann neyvan heldur vera at lívga um barnafamiljur og familjutrivnað, tí uppskotið er ikki ætlað teimum mongu sum liva sum gift, við børnum ella ikki, men uttan vígslubræv. Uppskotið er bert ætlað giftum. Skulu øll hini nú til at gifta seg, tí skattalógin leggur upp til tað? Og hvussu við teimum einsamøllu barnaforsyrgjarunum? Hava øll ikki sama krav um familjutrivnað? Annars tykist bert giftarmál at vera ein treyt. Børn verða ikki nevnd.


Konur gjalda skatt av pengum, tær ikki eiga

Hví júst teir giftu menninir, sum hava eina konu uttan inntøku, skulu serviðgerast er ein gáta, um tað ikki júst er fyri at spara skatt og annars fyri at halda fast við gamla familjumynstrið við giftarmáli og manninum sum einaforsyrgjara. Einasta ítøkiliga er, at tann heimaabeiðandi ólønta húsmóðirin verður sett upp móti tí útiarbeiðandi konuni, sum hevur inntøku, og at uppskotið tí fær ein fernis, so tað tykist sum, at nú fær eisini húsmóðirin egna inntøku. Men hetta er ikki so. Hon fær framvegis onga inntøku, men hon sleppur at rinda skatt av pengunum hjá manninum. Maðurin eigur og ræður framvegis yvir pengunum, og líkamikið er tað ikki, hvør eigur pengarnar - heldur íkki í einum hjúnalagi. Um ætlanin veruliga var at løna henni í pengum, so kundi maðurin sum arbeiðsgevari rinda henni løn, og so kundi hon goldið skatt av hesum egnu pengum sínum. Slíkar hugsanir eru tó ikki í hesum uppskoti, sum snýr seg um skattahugsan.

Við lógini um serskatting, er annars avgjørt, at hvør einstakur av okkum skal viðgerast fyri seg. Eisini kona og maður í hjúnalagi eru tvey sjálvstøðug fólk og ongin haldgóð orsøk er at viðgera tey øðrvísi enn aðrar borgarar í landinum, og at samanlíkna inntøkuna hjá tveimum støkum við inntøkuna hjá tí gifta manninum, sum hevur konu við ongari inntøku, er at venda tingunum á høvdið. Eitt vígslubræv er ikki rætta grundarlagið at nýta til at sálda fólk, tá tosað verður um familjutrivnað og børn, vitandi um at millum 45-50% av øllum børnum í Føroyum verða fødd, uttan at mamman er gift.

Familjumynstrið broytist

Hví hetta ynski um at varðveita tað farandi familjumynstri? Jú, familjan er í kreppu. Ongin hevur stundir til børnini. Barnatalið í øllum framkomnum londum er í minking orsakað av vánaligu umstøðunum hjá familjulimunum. Hetta byrjaði, tá kvinnurnar gjørdu uppreistur og valdu útbúgvingar og arbeiði framum húsmóðirarbeiðið burturav. Ein uppreistur sum var eitt úrslit av ónøgd við gongdina í samfelagnum. Hetta hevur broytt familjumynstrið, sum framvegis er í broyting.

Tað gerst støðugt skilligari, hvussu virðismikið arbeiði tann heimaarbeiðandi húsmóðirin gjørdi og framvegis ger. So virðismikið, at fleiri eru, sum droyma seg aftur til gamlar dagar og ynskja kvinnurnar heimaftur. Tær støðugt feitari beiturnar, sum verða lagdar fyri kvinnurnar fyri at fáa tær at venda nøsina heimaftur ella als ikki at fara út, eru tekin um hetta sama, so sum nú hesin skattalættin til tann gifta mannin ella kontantgjaldið fyri at passa egin børn, sum Tórshavnar Býráð royndi seg við, men sum tey ungu foreldrini vrakaðu. Sama liggur aftanfyri orðinginar um, at ?pengarnir skulu fylgja barninum?.

Men er tað líkamikið, hvat kvinnurnar sjálvar ynskja? Um nú støðugt færri av teimum ungu kvinnunum síggja framtíð sína sum húsmøður burturav, er tað tá ábyrgdarfullur politikkur framhaldandi royna at fasthalda kvinnunum í húsmóðirrolluni og koma við uppskotum, sum í veruleikanum eru royndir at halda teimum heima og burtur frá útbúgvingum og arbeiðsmarknaði. Er tað yvirhøvur samfelagsgagnligur politikkur? Og er tað ikki herumframt at loypa um har lægst er ? um ikki endamálið sjálvandi bert er tað einfalda ? skattalætti.


Mannarættarlig, sosial og kynslig diskriminatión

At uppskotið hevur ta slagsíðu at bert hjún við ávísari høgari inntøku fáa gleði av hesum, ger ikki uppskotið minni løgið, um hugsað verður um familjutrivnað. Fyrsta fortreytin fyri at kunna nýta uppskotið er ein inntøka omanfyri eina miðal arbeiðsmannalønin, her sett til kr. 140.000. Helst skal inntøkan liggja um tað dupulta, tí ein miðal arbeiðsmannaløn røkkur neyvan til eitt húsarhald við børnum og hjúnafelaga við ongari inntøku. Herumframt er skattasparingin lutfalsliga lægri fyri lægru inntøkurnar, so tað er skjótt, at skattasparingin ikki stendur mát við at fá inntøku frá konuni eisini. Onki loft er sett á inntøkuna, sum flytast kann av, men flytast kunnu ikki meir enn kr. 140.000.

Ivaleyst eru hjún, sum fáa gleði av slíkari skattasparing, treyðugt so, men í øðrum hjúnaløgum, er reglan beinleiðis ein meinbogi fyri ta kvinnuna, sum ætlar sær út í vinnuna, um hon hevur latið seg nýta til hesa skattahugsan. Hon verður fastlæst í heiminum á tann hátt, at um maðurin hevur nýtt rættin fult út at flyta inntøku yvir á hana, so hevur einhvør broyting í inntøkuviðurskiftum hennara við sær broyting í skattinum hjá honum, og hansara skattakrónur verða hægri skattaðar enn hennara.

Men ivaleyst eru eisini fleiri kvinnur, sum ilskast inn á eitt uppskot sum hetta og ikki vilja setast aftur hvørki útbúgvingarliga ella arbeiðsliga orsakað av slíkum politiskum sniðálopum. Tær síggja týdningin í eini útbúgving og møguleikanum at forsyrgja sær sjálvum, og síggja í broytta familjumynstrinum fyri sær menn, sum eru virknari heima við hús við barnauppaling og øðrum, enn farandi ættarlið av monnum hava verið tað.

Hetta uppskot um ?serskatting av hjúnum? er sera diskriminerandi. Grundað á eitt vígslubræv ger tað mun á fólkum, sum liva undir somu treytum og tí eiga at hava somu rættindi. Tað er kynsdiskriminerandi, tí tað rakar kvinnurnar, sum verða settar aftur í mun til menninar útbúgvingarliga og arbeiðsliga, og tað er sosialt diskriminerandi, tí tað er bert ætlað fólkum við inntøkum omanfyri ávísa upphædd. Kann slík lóg yvirhøvur gerast?


Viðmerkingar, sum áttu at fylgt uppskotinum

Í viðmerkingunum til uppskotið kundi hóskandi verið sagt soleiðis: Fortreytin er at annar hjúnafelagin er heima og passar hús og børn. Roknast má við at hesin setist aftur útbúgvingarliga og arbeiðsliga av hesum ávum. Av tí at menninir hava tær hægri inntøkurnar og kvinnurnar vanliga hava verið heimaarbeiðandi, er mest sannlíkt at tað verða tær sum vera heima. Um tað er samfelagsliga ynskiligt ella gangligt er ikki kannað. Væntast kann, at bert hjún, har inntøkan hjá øðrum liggur um kr. 300.000 og omanfyri fáa gagn av hesum uppskoti. Sjálvandi avgera fólk sjálvi um tey nýta hesa skipan.

Her er ongin tvingsil, men spurningurin er kortini, hvussu frælst valið er, tá tað snýr seg um spardar skattakrónur, sum verða snýstar fyri nasarnar á fólkum, krónur sum tey flestu illa kunna siga nei til. Og hvussu javnsettir eru hjúnafelagarnir, tá tey skulu velja, maðurin við tí høgu inntøkuni og konan við ongari ella lítlari inntøku og við kanska avmarkaðum innliti í fíggjarviðurskiftum hansara.

Einhvør politisk avgerð setir síni spor og ger av, hvussu vit skipa okkum í samfelagnum. Eitt uppskot um skattalætta, sum er lætt at selja og hevur stórar avleiðingar, eigur bert at verða samtykt, um tað er samfelagsliga gagnligt og annars er eins galdandi fyri øll. Ístaðin fyri við lokkubitum sum hesum at læsa fólk, eiga politiskt at gevast tilboð svarandi til tann tørv, sum er í samfelagnum. Í hesum føri, um grundgevingin er familjutrivnaður, átti ístaðin fyri skattalættar við ógvuliga kámum og gruggutum grundgevingum, bert galdandi fyri nøkur fá útvald, at verið umhugsað slíkt sum nøktandi barnaansing, serlig ískoyti til børn og stuðul til trongjandi.

PS! Í uppskotinum stendur sjálvandi ikki maður og kona, men hjúnafelagi, men at lóggeva um hjúnafelagar uttan samstundis at lýsa, hvussu ymiskt lógin ávirkar ávikavist konuna ella mannin, ber ikki til. Kona og maður hava als ikki altíð somu áhugamál ? heldur ikki um tey eru kona og maður, tað veri seg við ella uttan vígslubræv.