Fullveldi
?Vit krevja, at tær avtalur, sum eru gjørdar, verða hildnar. Tí liggur bólturin ikki hjá okkum, men hjá fólkaflokkinum, sum hevur brotið avtalurnar.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum, og formaður tjóðveldisfloksins, sigur, at tí vil tjóðveldisflokkurin hava uppskotini um fólkaatkvøðu verður borið niðan í tingið.
Men hann ásannar, at sum støðan nú er, har fólkaflokkurin hevur bakkað út, er tað vitleyst at halda fólkaatkvøðuna 26. mai, sum ætlað.
? Trúvirðið í tí, sum samgongan ger, er so lítið, at tað er vitleyst at hava fólkaatkvøðuna nú.
? Men vit hava alla tíðina sagt, at eru tað smálutir í avtaluni ímillum samgonguflokkarnir, eitt nú um dagsetingar, og annað, eru vit til reiðar at viðgerða tað í tinginum.
Tað merkir, at tjóðveldisflokkurin er til reiðar at halda fólkaatkvøðuna seinni í ár, eins og sjálvstýrisflokkurin hevur skotið upp.
Men hann leggur dent á, at tað er fólkaflokkurin, sum hevur brotið avtalurnar í samgonguni. ? Tí er tað eisini fólkaflokkurin, sum hevur ein trupulleika og ikki tjóðveldisflokkurin. Tí liggur avgerðin um framtíðina hjá samgonguni heldur ikki hjá okkum.
Landaskomm
Høgni Hoydal sigur, at tað sum nú er hent, er einki minni enn landaskomm og tað er ómetaliga óheppið fyri trúvirðið í fullvedisætlanini.
? Eg ivist ikki í, at sampanjupropparnir raka loftið í Christiansborg í hesum døgum, tí nú hava teir vunnið ein stóran sigur, sigur hann.
? Men tíverri hevur hetta fyrilitarleysa trýstið úr Danmark ført við sær, at føroyskur politikkur er rætt og slætt blivin anarki.
Hann sigur, at hóast hann er landsstýrismaður í fullveldismálum, visti hann av ongum, fyrenn fólkaflokkurin leggur eitt uppskot fram av sínum eintingum um, hvussu farast skal fram.
? Men tað er eitt uppskot, sum ikki nevnir eitt orð um føroyskt fullveldi, men sum tvørturímóti viðurkennir danskan yvirvaldsrætt yvir Føroyum og sum limar okkum inn í danska ríkið.
Høgni Hoydal leggur dent á, at tað uppskotið er yvirhøvur ikki til viðgerðar.
? Hann sigur, at tað, sum er farið fram, er heilt óskiljandi.
? Tá ið vit samdust um at hava fólkaatkvøðu 26. mai. voru vit greið yvir, at tað fór at koma ein ógvuslig reaktión úr Danmark
? Áðrenn støða varð tikin til fólkaatkvøðuna 26. mai, umrøddu vit møguleikan fyri, at danska stjórnin fór at svara aftur við eini hóttan um at skerja blokkin eftir fýra árum.
? Kortini samdust vit um at halda fast um fólkaatkvøðuna. Vit vóru væl fyrireikað uppá hendan møguleikan, men vit høvdu gjørt okkum úra greitt, at vit máttu standa ímóti trýstinum úr Danmark. Vit høvdu gjørt okkum púra greitt, at tað vóru ikki danir, sum settu dagsskránna fyri eini fólkaaktvøðu, sum vit hildu í Føroyum.
? Tí er tað heilt óskiljandi, at Fólkaflokkurin bakkar nú.