Her gongur prátið væl og stokkarnir glinta

- Eiðisstova er eitt frálíkt tilboð til borgarar í Eiðis kommunu

Eiðisstova byrjar aftur í dag, hin 8. oktober.

 

- Hetta er eitt tilboð til borgarar í kommununi, sum eru 55 ár og eldri, siga tey í Eiðis kommunu í dag.

 

Víst verður á, at í hugnaligu hølunum gongur prátið væl, og stokkarnir glinta, nú fara at byrja aftur.   

 

- Her hittast fólk til prát, kaffi og annað gott, hvønn mikudag millum klokkan 15 og 18, verður lagt aftrat.