Ursula von der Leyen: Dronur eru ikki tilvildarligur ágangur

Ein av eygleiðdu dronunum, sum eitt ferðafólk filmaði úr einum norskum flogfari á flogvøllinum í Keypmannahavn, kann hava verið eitt danskt venjingarflogfar hjá Copenhagen Airtaxi.

Danska TV 2 hevur spurt níggju floksleiðarar í Danmark, sum siga seg ikki hava sæð ítøkilig prógv fyri, at dronur vóru til staðar, tá loftrúmið yvir Danmark varð stongt.

Hetta er ikki tilvildarligur ágangur, sigur Ursula von der Leyen.

Danska evroparáðfrúan, Marie Bjerre, hevur júst tosað í Evropatinginum um brot á evropiska loftrúmið, sum sambært henni "ikki kann góðtakast".

- Okkara svar skal vera greitt, sameint og avgjørt, segði ráðfrúan millum annað.

Síðani fór Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á pallin og kallaði tað "hybridstríð" frá russiskari síðu:

- Hetta er ikki tilvildarligur ágangur. Talan er um eina samanhangandi og vaksandi átak, segði von der Leyen, sum segði, at sambært henni høvdu dronur brotið loftrúmið hjá fleiri evropeiskum londum - millum annað Danmark.

Sambært von der Leyen krevur hetta tí eina "kollektiva" og "nýhugsan" frá ES-londunum sum svar.