Trump hóttir: Fær ongar pengar um hann verður valdur

Donald Trump hóttir við at halda samveldispeningi aftur, um Mamdani vinnur borgarstjóravalið í New York, eftir at núverandi borgarstjórin hevur tikið seg úr valstríðnum

Sjálvur er Donald Trump føddur og uppvaksin í New York. Hetta er fyrstu ferð, at Mamdani stillar upp sum borgarstjóri í New York City.

Amerikanski forsetin er av álvara farin inn í valstríðið eftir næsta borgarstjóranum í New York.

Donald Trump hevur áður víst andstygd móti demokratiska valevninum Zohran Mamdani, sum stillar upp til borgarstjóravalið fyri fyrstu ferð.

Men nú er broyting í, skrivar CNBC.

Amerikanski forsetin hóttir á Truth Social við at halda aftur samveldisfígging til býin, um Mamdani vinnur.

Uppslagið á Truth Social kom dagin eftir, at núverandi demokratiski borgarstjórin í New York, Eric Adams, tók seg aftur sum valevni.

Hetta hendi eftir at forsetin millum annað hevur heitt á Eric Adams um at taka seg aftur, soleiðis at fyrrverandi guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, stendur sterkari á valinum í november.

Forsetin hevur eisini roynt at fingið republikanska valevnið, Curtis Sliwa, at taka seg aftur somu orsøk. Men tað noktar Sliwa at gera.

Í uppslagnum frá Trump skrivar hann millum annað, at Zohran Mamdani er ein sjálvútnevndur New York City kommunistur og heldur fram í uppslagnum:

- Hann fer at fáa trupulleikar við Washington sum eingin annar borgarstjóri í søguni hjá okkara einaferð so stolta stórbýi, skrivar forsetin og heldur fram:

- Minst til, at hann hevur brúk fyri mínum pengum sum forseti fyri at uppfylla øll síni FØLSKU kommunistisku lyfti. Hann fær einki av tí, so hvat nyttar tað at atkvøða fyri honum?

 

Sjálvur er Donald Trump føddur og uppvaksin í New York. Hetta er fyrstu ferð, at Mamdani stillar upp sum borgarstjóri í New York City.