Komandi mikukvøld klokkan 20.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin á hesum sinni.
Í dysti á útivølli í Lambhagahøllini í Garðabær spæla Føroyar móti Íslandi. Í seinastu EM-undankappingini taptu okkara fyri Íslandi 23-28 á heimavølli, og 20-24 á útivølli. Í báðum dystunum brendu okkara alt ov nógvar málmøguleikar. Spurningurin er so um okkara kunnu taka stig frá Íslandi á hesum sinni?
Landsliðsvenjarin, Arnar Pétursson hevur tikið út 19 leikarar til dystirnar hjá Íslandi móti Føroyum á heimavølli, og móti Portugal á útivølli fýra dagar seinni.
Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt er millum úttiknu leikararnar.
Føroyar spæla EM-undankappingardyst móti Montenegro í høllini við Tjarnir, leygarkvøldið 18. oktober klokkan 19.
Íslendski hópurin við tali av dystum og málum:
Málverjar:
Hafdís Renötudóttir, Valur (68/4).
Sara Sif Helgadóttir, Haukar (12/0)
Útileikarar:
Alfa Brá Oddsdóttir Hagalín, Fram (7/8).
Andrea Jacobsen, Blomberg-Lippe (64/113).
Birna Berg Haraldsdóttir, ÍBV (64/127).
Dana Björg Guðmundsdóttir, Volda (10/21).
Díana Dögg Magnúsdóttir, Blomberg-Lippe (63/86).
Elín Klara Þorkelsdóttir, Savehof (24/79).
Elín Rósa Magnúsdóttir, Blomberg-Lippe (29/56).
Elísa Elíasdóttir, Valur (22/18).
Harpa María Friðgeirsdóttir, Fram (4/5).
Katrín Anna Ásmundsdóttir, Fram (11/19).
Katrín Tinna Jensdóttir, ÍR (25/13).
Lovísa Thompson, Valur (28/66).
Matthildur Lilja Jónsdóttir, ÍR (1/0).
Rakel Oddný Guðmundsdóttir, Haukar (1/0).
Sandra Erlingsdóttir, ÍBV (36/148).
Sonja Lind Sigsteinsdóttir, Haukar (1/1).
Thea Imani Sturludóttir, Valur (89/193).