Fullur maður og leys djór

Ein maður hevði fingið ov nógv at drekka

Løgreglan var í gjár boðsend eftir einum manni, sum varð funnin úti í býnum í Havn og sum var so fullur, at mett varð ikki, at hann kláraði seg sjálvan. Løgreglan fór eftir honum, fann út av, hvør hann var og koyrdi hann til hús.

Annars er ikki tað heilt stóra á døgnrapportini hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. 

Í gjár vóru tó tvær ferðir boð eftir aktingarmanni eftir leysum djórum. Í øðrum førinum var talan um ein leysan hund, og í seinna førinum var talan um eitt fyl, sum gekk leyst.

Løgreglan arbeiddi eisini í gjár við einum harðskapsmáli frá sunnunáttini. Tað var ein fullur maður, sum hevði sligið ein annan. Hvussu stóran skaða viðkomandi hevði fingið, veit vaktleiðarin ikki at siga, men at tað í øllum førum hevur verið nóg mikið til, at eitt harðskapsmál varð reist og maðurin skuldsettur.